Komandi dagarnar fara Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar at vitja í Føroyum í sambandi við fløguna Vinaløg. Teir fara at vitja kring landið, signera fløgur og spæla live Tvífløgan Vinaløg hjá Jógvani Hansen og Fríðriki Ómar hevur verið sera væl móttikin. Í Íslandi hevur útgávan ligið ovast á sølulistanum í fleiri vikur, og nú nærkast fløgan teimum 5000 seldu eintøkunum. Eisini í Føroyum hevur fløgan selt væl.
- Vit eru sera glaðir fyri móttøkuna, sum fløgan hevur fingið bæði í Føroyum og Íslandi, siga Jógvan Hansen og Friðrik Ómar.
Teir báðir vitja í Føroyum komandi dagarnar. Teir fara at vitja í handlum, signera fløgur og spæla live.
Skráin fyri teirra vitjan er hendan:
Týsdagin 15. desember
Tórshavn kl. 16:00: TUTL-handilin í Havn
Tórshavn kl. 17:00: SMS - Expert
Tórshavn kl. 19:00: SMS - Expert
Mikudag 16. desember
Runavík kl. 15:00: Elding í Runavík
Klaksvík kl. 16:30: Leikalund
Hósdag 17. desember
Tórshavn kl. 15:30: Íslendska aðalkonsulátið
Tórshavn kl. 16:30: TUTL-handilin í Havn
Tórshavn kl. 19:00: SMS - Expert