Seinastu árini hava Jógvan Hansen og íslendingurin Fríðrík Ómar samstarvað nógv um tónleik. Teir hava givið fløgurnar Vinaløg og Barnaløg út, og teir hava eisini havt stuðulskonsert til frama fyri Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg.
Í næstum koma Jógvan og Fríðrík Ómar aftur til Føroya at hava konsert. Hesaferð hava teir eisini kórið Suð við á konsertini, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars.
Jógvan og Fríðrík Ómar fara at syngja sangir av báðum útgávunum, teir hava gjørt í felag, og teir tríva eisini í onkrar aðrar kendar sangir.