Jógvan Martin: - Vit kunnu takka okkum sjálvum

Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, hevði eftir dystin ilt við at skilja, at teir ikki vunnu.

- Vit misnýta eitt hav av málmøguleikum. Vit sita á øllum dystinum, sum hann er, og skuldu fingið fleiri mál. Tað er óskiljandi, at vit koma heim við einum stigi, segði Jógvan Martin Olsen við Rás 2 eftir dystin.
- Vit spæla væl til tíðir og skapa eitt hav av møguleikum. Vit fáa eitt brotsspark og misnýttu tað eisini, so vit kunnu takka okkum sjálvum, at vit ikki vunnu, segði Jógvan Martin, men vísti á, at teir fóru at taka tey góðu tingini við úr dystinum, sum vóru, at teir skaptu óvanliga nógvar málmøguleikar.