Fótbóltur
- Eg havi verið í sambandi við fleiri feløg, men eg kann ikki staðfesta fyri tær, um feløgini hava verið donsk.
Komandi tvey árini fer venjarin hjá Víkingi ætlandi at eita Jógvan Martin Olsen. Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin og samansetta felagið gjørdi avtalu í farnu viku, og toftamaðurin fer nú at hugsa um uppgávuna at vinna gøtufólk og leirvíkingar í altjóða fótbólt. Men tað verður kanska eisini seinasta føroyska uppgávan hjá Jógvani Martin Olsen á hesum sinni.
- Ætlanin er at royna venjaraevnini í útlandinum. Tað er framtíðarætlanin. Eg havi einki ynski um eitt serstakt land, so eg er opin fyri øllum møguleikum, sigur Jógvan Martin Olsen við bold.dk.
Komandi venjarin hjá Víkingi fer í desember undir Pro-Licence venjaraútbúgvingina, sum er hin hægsta hjá UEFA.