B71-VÍKINGUR
Jákup Mørk
Eg fari at venja eitt lið í Formula deildini næsta kappingarár, og tað verður kunngjørt fyrsta dagin, hvat lið talan er um, segði Jógvan Martin Olsen, tá ið hann í vikuni var á síðstu uttanlands ferðini saman við landsliðnum.
Landsliðið lendi aftur í Føroyum í gjárkvøldið, og í dag klokkan 17 skipar Víkingur fyri kunningarfundi í ítróttarhúsinum í Leirvík. Á skránni er, at høvuðsvenjarin komandi kappingarár avdúkaður, og víkingafjepparar, fjølmiðlar og áhugað annars eru vælkomin, verður sagt á heimasíðuni hjá Víkingi.
Tey, sum seinnapartin fara til Leirvíkar, fara at fáa at vita, at tað verður Jógvan Martin Olsen, sum nú fer at verða venjari hjá Víkingi.
Nú fyrrverandi landsliðsvenjarin hevur áður havt ábyrgdina av einum liði í bestu deildini. Tað var NSÍ, sum hann í 2002 vann steypakappingina og silvurkrónur í landskappingini saman við.
Við Antoni til Sands
Í ár hevur gøtumaðurin Anton Skoradal havt ábyrgdina av Víkinga liðnum. Tað er nakað síðani, at Anton boðaði frá, at hann næsta ár ikki fer at vera venjari í fremstu røð.
Men Anton fer at hava ábyrgdina, tá ið Víkingur sunnudagin fyri síðstu ferð í ár fer at spæla á útivølli. Víkingur fer til Sands, og hóast møguleikin fyri heiðursmerkjum og altjóða luttøku er burtur, so hava víkingarnir týdningarmikla fimta plássið at spæla um.
Víkingur er tvey stig frammanfyri B68, og eydnast tað at halda toftamenn aftanfyri seg, so fer tað at bera við sær, at Jógvan Martin Olsen og Víkingur næsta kappingarár fara at spæla eina ferð meiri á heimavølli enn B68 og tey, sum eru longri niðri á støðutalvuni.
Álopsspælarin Andreas Lava Olsen noyddist orsaka av skaða at geva avboð til teir báðar landsliðdystirnar, sum hava verið seinastu vikuna. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla á Sandi.
Sperdir sandoyingar
B71 fer at spæla fyri lívinum í bestu deildini. Sandoyingar eru fimm stig aftanfyri KÍ. Hvussu tað fer at hilnast hjá klaksvíkingum í tveimum teimum síðstu umførunum er ikki upp til teir í B71 at gera av.
Tað, sum B71 hevur møguleika at ávirka, eru dysturin á heimavølli ímóti Víkingi og so í Fuglafirði leygardagin um eina viku. Higartil í ár hava sandoyingar vunnið seks dystir – 3-1 og 1-0 á Skála, 2-0 á KÍ og 2-1 á ÍF á heimavølli, og 1-0 ímóti Skála og 3-0 ímóti B68 á útivølli.
Víkingur vitjaði á Sandi 28. mai, og ta ferðina endaði tað við stórsigri til gestirnar, sum fóru norður um aftur við 5-0 sigri í viðførinum. Um víkingarnir hesa ferð fara av Sandi við í minsta lagi einum stigi, so verður tað greitt, at B71 næsta sunnudag skal spæla í næstbestu deildini.
Hvørki í B71 ella Víkingi hava venjingarnar seinastu vikuna verið órógvaðar av, at spælarar úr feløgunum hava verið á landsliðsferð saman við Jógvani Martin Olsen – nýggja venjaranum hjá Víkingi.










