Jógvan Martin Olsen heldur fram í Sarpugerði

Tað skrivar Víkingur á sínari heimasíðu. Nevndin í felagnum og venjarin eru komin ásamt um, at hann skal eisini stjórna besta liðnum hjá Víkingi í 2011.

 

Jógvan Martin Olsen tók við venjarastarvinum undan kappingarbyrjan í fjør. Víkingur vann kappingina um løgmanssteypið í fjør, og felagið tók tí lut í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð í ár.