Landsliðsvenjari
Hósmorgunin sendi Fótbóltssambandið út tíðindaskriv, har tíðindafundur varð fráboðaður. Tíðindafundurin verður í FSF-húsunum fríggjadagin kl. 10.30, og bara eitt punkt er á skránni. Nevnliga setan av nýggjum A-landsliðsvenjara.
Føroysk loysn
Í Fótbóltssambandinum hava menn hesa seinastu tíðina verið óvanliga kúrrir, tá tosið um nýggjan landsliðsvenjara hevur stungið seg upp, og tað tykist eisini púrasta vónleyst at fáa nakra almenna váttan um, hvør nýggi venjarin verður.
Men tað skuldi kortini verið púrasta víst, at talan verður um eina føroyska loysn. Tá Henrik Larsen í síni tíð fekk boðini um, at hansara tíð í sessinum var um vera farin, skrivaðu vit, at nógv talaði fyri, at Jógvan Martin Olsen gjørdist nýggi maðurin í sessinum.
Sjálvur hevur Jógvan Martin ikki vilja gjørt viðmerkingar til hendan partin áður, og tað vil hann framvegis ikki. Men sambært okkara upplýsingum, so verður toftamaðurin nú høvuðsvenjar, eftir at hann í níggju ár hevur virkað sum hjálparvenjari á landsliðnum.
Og sambært tí, sum vit hava fingið at vita, so er navn eisini sett á, hvørjir næstu menninir hjá Jógvan Martini skulu verða. Jens Martin Knudsen hevur seinastu tíðina verið knýttur at venjarapartinum á landsliðnum sum málmansvenjari. Og seinasta dystin varð hetta eisini gjørt formelt, soleiðis at runavíkingurin stóð skrásettur sum málmansvenjari á dómaraseðlinum. Hann hevur eisini áður arbeitt saman við Jógvan Martin Olsen, og tað er alt, sum bendir á, at hetta samstarvið eisini fer at halda fram.
John er jokarin
Tá løgtingsvalið var á skránni í januar mánaði, fekk John Johannesen leiklutin sum jokarin hjá javnaðarflokkinum.
Og tað ber væl til at tosa um jokara, tá hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum nú verður settur. Og eisini her eitur jokarin John.
John Petersen skal nevnliga - eftir tí, sum vit hava skilt - vera nýggi hjálparvenjarin á landsliðnum. Hann hevur seinasta góða árið búleikast í Viborg, har unnustan er farin undir útbúgving. Men sum skilst, so eru útlit fyri, at úbúgvingin kann fullførast í Føroyum.
Eins og Jógvan Martin Olsen, so segði John Petersen seg ikki hava nakra viðmerking yvirhøvur, tá vit høvdu orðið á honum hósmorgunin. Og sum tað onkun tíð er stðafest, so er ein slík viðmerkingum í sjálvum sær munandi meira opin, enn um svarið var nei.
Tað er einki at ivast í, at valið av John Petersen kemur sera óvart á stóran part av teimum, sum hava fylgt landsliðnum. Men fyri tað er als ikki víst, at talan er um nakað vánaligt hugskot.
Spælarans maður
Fyrst og fremst, so hevur John eitt stórt navn í føroyskum fótbólti. Hóast hann ikki hevur nomið sær nakrar serligar royndir sum venjari, so var hann sum spælari ein av teimum, sum við góða bóltførleikanum og ikki minst taktiska medvitinum kundi broyta dystargongdina í einum dysti. Sum persónuar er hann eisini typan, ið væl egnar seg til at læra frá sær. Í so máta er einki undur í, at hann valdi lærarastarvið, tá útbúgving skuldi veljast.
Og at enda, so vil hann heilt víst kunna vera eitt sera gott val sum bindiliður millum spælarar og venjara. Hann hevur í átta av teimum níggju árunum hjá Jógvan Martini verið ein týðandi partur av landsliðshópinum, og tí hevur hann hollan kunnleika til tað, sum nýggi landsliðsvenjarin stendur fyri. Hartil er hann eisini ein maður, sum hevur stórt álit millum verandi spælararnar.
Og hvør veit. Kanska kundi hann eisini verið maðurin, sum kundi lært landsliðsspælararnar at skjóta mál. Nakað sum helst hevur verið størsta einstaka mangulvøran á landsliðnum, hesa seinastu undankappingina.