Jógvan Martin komin á mál

Mikudagin gjørdist Jógvan Martin Olsen fyrsti føroyingur, ið hevur fingið prógv í UEFA Pro License-venjaraútbúgvingini. – Hetta hava verið tvey øgiliga krevjandi ár, sum eru farin avstað við nógvari tíð og orku. Men eg iðri meg ikki um, at eg fór undir hesa utbúgvingina, tá eg fekk møguleikan, sigur hann

Tað var sama dag, sum Jógvan Martin Olsen almannakunngjørdi, at hann fór at leggja frá sær sum landsliðsvenjari, at hann fortaldi, at ein av orsøkunum til tað var, at hann nú ætlaði sær undir at taka hægstu venjaraútbúgving, ið fæst innan fótbólt, UEFA Pro License-útbúgvingina.
Hetta var tann 29. september í 2008, og mikudagin í farnu viku var Jógvan Martin komin á mál, tá hann var til endaligu próvtøkuna, sum var at verja høvuðsuppgávuna, ið snúði seg um, hvørji fysisk krøv eru galdandi í Vodafonedeildini. Alt gekk upp á stás, og Jógvan Martin er nú fyrsti føroyingur við UEFA Pro License-venjaraprógvið.
– Hetta hava verið tvey øgiliga krevjandi ár, tí ein slík útbúgving fer við nógvari tíð og orku. Men nú er tað gott, at tað er liðugt. Kortini vil eg fegin undirstrika, at hóast hetta hevur kravt nógv av mær og øðrum rundan um meg, iðri eg meg ikki um, at eg fór undir hetta, tá eg nú fekk møguleikan, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hesi bæði árini hevur hann ferðast niður til Danmarkar einar 15 ferðir, umframt at hann eisini hevur verið tvær námsferðir í sambandi við útbúgvingina, so umframt at vera tíðarkrevjandi, er talan eisini um eina útbúgving, sum kostar eitt sindur – serliga við tí nógvu ferðingini, ið krevst, tá tú býrt í Føroyum.
Í tí eina førinum var talan um eina persónliga námsferð, og tá var hann í Hollandi í eina viku, har hann vitjaði fótbóltsfeløg í Rotterdam, og hin námsferðin var ein felagsferð í Svøríki, har allir vóru við, sum hava tikið útbúgvingina samstundis sum Jógvan Martin.

Spælararnir ofrað seg
Síðstu tvey árini hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá Víkingi í Vodafonedeildini, og har hava tey merkt nógv til, at teirra venjari var í ferð við at útbúgva seg. Serliga spælararnir, ið hava verið beinleiðis partur av royndum og kanningum, hann hevur gjørt, so hann til fulnar kundi fáa lýst evnið fyri høvuðsuppgávu síni.
– Fyri at samla upplýsingar, havi eg fingið spælararnar at havt pulsur uppi á sær í tilsamans 10 dystum hetta tíðarskeiðið, og í tí eina dystinum bleiv videoanalysa gjørd av hvørjum einstøkum. Tað var heimadystin hjá Víkingi í september í fjør ímóti B36, tá 11 sjónvarpsupptøkutól vóru til staðar, so eitt fylgdi hvørjum av spælarunum, sigur Jógvan Martin, ið týðiliga er takksamur fyri hjálp og stuðul frá teimum, ið beinleiðis og óbeinleiðis hava verið partur av útbúgvingartilgongd hansara.
– Eg kann ikki siga annað, enn at spælararnir hava ofrað seg fyri mína skyld, samstundis sum teir hava verið sera áhugaðir.
Burtur úr hesum og øðrum, Jógvan Martin hevur kannað og arbeitt við, skrivaði hann so eina 63 síður langa høvuðsuppgávu, umframt at útivið hálvtannaðhundrað síður av fylgiskjølum eisini vóru við. Tað var hetta, ið skuldi standa sína roynd mikudagin – og eisini gjørdi tað væl og virðiliga.
Meðan hann hevur verið í gongd við útbúgvingina, hevur danski U19-landsliðsvenjarin, Per Andersen, verið hansara persónligi vegleiðari, og í tí sambandinum hevur hann nú verið tvær ferðir í Føroyum og hugt at, hvussu Jógvan Martin arbeiðir.

Aftur um fótbóltin
Við nýggja próvnum í hondini er Jógvan Martin Olsen sostatt fyrsti føroyingur, ið hevur tikið UEFA Pro License-útbúgvingina, men sjálvur vónar hann ikki, at hann verður tann seinasti.
– Nú vil eg vóna, at hetta kann koyra undir aðrar, so teir eisini fáa hug at fara sama vegin, tí tað kann bara vera ríkandi og gevandi fyri føroyska fótbóltin, um fleiri fáa sær alla ta útbúgving og allan tann kunnleika, ið kann fáast, sigur hann, samstundis sum hann greiðir nærri frá, hví hann hevði hug at fara undir hesa krevjandi og drúgvu uppgávuna.
– Eg hevði gjøgnum mítt arbeiði í Fótbóltssambandinum sæð, hvat virði kundi vera í at fara í holt við útbúgvingina, bæði tá eg arbeiddi við at byggja konseptið við ungdómslandsliðum hjá FSF upp og tá eg var landsliðsvenjari. Tá sá eg, at um tú fert runt at hyggja at venjingum ymsastaðni, so sært tú í grundini bara ta stóru og yvirskipaðu myndina, men um eg kundi fáa hesa útbúgvingina, so kundi eg eisini síggja alt tað, sum lá aftanfyri. Við henni sum grundstøði kundi eg síggja allar smálutirnar og og tær djúpru orsøkirnar til, at vit venja og arbeiða, sum vit gera.

Lært sera nógv
Eitt, sum Jógvan Martin leggur serliga stóran dent á, tá hann nú hyggur aftur á tað, hann hevur verið ígjøgnum, meðan hann hevur tikið UEFA Pro License-venjaraútbúgvingina, er alt tað, hann hevur lært av teimum, hann hevur verið saman við.
– Eg kann nevna, at allir leiðararnir hava verið professionellir fótbóltsspælarar, so teir hava eina øgiliga vitan um ting, eg slett ikki kendi nakað til ella visti nakað um áðrenn. Tað hevur givið mær ófatiliga nógv, og hetta kundi eg ongantíð lært í Føroyum. Eisini hevur útbúgvingartilgongdin givið mær eitt stórt og týdningarmikið netverk, ið eg heldur ikki hevði fingið, var eg ikki farin undir útbúgvingina, sigur hann.
Við sínum nýggju pappírum í hondini hevur Jógvan Martin Olsen eisini heilt aðrar møguleikar, enn hann hevði frammanundan, tí eitt UEFA Pro License-venjaraprógv kann vera nógv vert, skuldi ein fyrispurningur komið um okkurt venjarastarv uttan fyri føroysku landoddarnar.
– Tá eg var farin frá sum landsliðsvenjari, var onkur útlendskur fyrispurningur, men so kom Víkingur inn í myndina, og tað gjørdist ikki aktuelt. Men hevði onkur fyrispurningur komið í dag, hevði eg helst verið meira áhugaður, tí nú veit eg, at eg havi neyðugu førleikarnar. Og tað vildi sjálvandi verið spennandi at sloppið at roynt seg sjálvan í einum øðrvísi umhvørvi, sigur Jógvan Martin, sum í øllum førum sleppur út at ferðast onkra ferð aftrat í sambandi við útbúgvingina.
– Skal eg varðveita prógvið, er eitt krav, at eg haldi meg dagførdan við í minsta lagi tveimum skeiðum næstu trý árini, og tey skeiðini eru so ikki í Føroyum. Hinvegin eri eg ikki minst spentur, at sleppa at geva frá mær tað, eg havi lært, so tað kann gagna føroyskum fótbólti og kanska skunda undir, at aðrir venjarar fara sama veg.



MYNDATEKSTUR:

PRÓVTØKAN
Jógvan Martin Olsen kundi vera errin mikudagin, tá hann sum fyrsti føroyingur vardi høvuðsuppgávu sína sum UEFA Pro License-venjari. Frá vinstru: Ole Brandenburg, høvuðsinstruktørur, Jógvan Martin Olsen, Peter Rudbæk, instruktørur, og opponenturin, Niels Nielsen, ið er eitt slag av »danskari útgávu av Magna Mohr«
Mynd: DBU


SPÆLT VIÐ
Samstundis, sum Jógvan Martin Olsen hevur tikið UEFA Pro License-venjaraútbúgvingina, hevur hann røkt starvið sum venjari hjá Víkingi, har serliga spælararnir hava verið partur av tilgongdini
Mynd: Hilmar Jan Hansen