Jógvan Martin hevur sagt upp

Nýggjur maður verður við róðrið, tá ið ÍF hóskvøldið fer at spæla á Svangaskarði

Jógvan Martin Olsen er ikki longur venjari í Fuglafirði. Hann hevur á middegi í dag boðað nevndarformanninum, Leif Andre Eliasen, frá, at hann leggur frá sær.

-Eg segði við spælararnar, tá ið vit vandu í gjár, at eg umhugsaði støðuna. Tað havi eg gjørt, síðani vit sunnudagin taptu 4-0 ímóti KÍ, og nú havi eg boðað leiðsluni í felagnum frá, at eg gevist.

Er hetta tín avgerð, ella ert tú sagdur úr starvinum?

-Hetta er mín avgerð. Eg havi havt eitt sera gott samstarv við nevndina, sum hevur stuðlað mær í mínum arbeiði.

 

Hví sigur tú teg so úr starvi?

-Tað geri eg, tí eg haldi, at arbeiðið hjá mær í Fuglafirði síðani fyrst í januar hevur ikki gjørt tann munin, sum eg hevði roknað við, at tað fór at gera. Vit hava vant og vant verjupartin, og eg havi roynt at greiða frá og læra frá mær. Sunnudagin sást, at arbeiðið hevur ikki borið frukt, tí vit taptu aftur 4-0 ímóti KÍ, sum ikki pressaði okkum nakað serligt. Eg havi ikki megnað at fingið spælararnar at skilja tað, sum eg havi ætlað, og nú taki eg avleiðingarnar av tí, sigur Jógvan Martin Olsen.

Hann vil ikki bera í bøtuflaka fyri sær sjálvum við, at liðið hevur verið nógv plágað av skaðum – serliga í verjupartinum:

-Tað hevur einki við hetta at gera. Eg havi staðfest, at venjingarnar havi ikki borið frukt, og so gevur tað ikki meining, at eg haldi fram, sigur nú fyrrverandi ÍF venjarin, sum fyri løtu síðani segði seg úr starvinum, sum hann hevur røkt síðani fyrst í hesum árinum.