Jógvan Martin er bilsin av HB

FSF Varpið: Jógvan Martin Olsen metir um 9. umfar og rósar HB

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jógvan Martin Olsen, og hann heldur, at HB er tað liðið, ið higartil hevur yvirraska mest í Betri Deildini hjá monnnum

 

Trýst á pílin fyri at síggja FSF Varpið

 

Komandi sunnudag klokkan 15.00 er 9. umfar í Betri deildini hjá monnum á skránni, og tá seinasta bríksl ljóðar, er fyrsti triðingurin av kappingini spældur.

 

Gestur í FSF Varpinum hesaferð at umrøða og meta um næstu dystirnar er Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari hjá FSF. Harafturat verður eisini tikið saman um kappingini higartil, nú ein dystur er eftir, áðrenn fyrsti triðingurin er avgreiddur.

 

Sambært Jógvan Martini er HB tað liðið, ið hevur yvirraska mest í 2018, og hann væntar, at teir reyð-svørtu verða í topp 4, tá kappingarárið er liðugt.

 

Betri deildin 9. umfar:

KÍ-Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2

NSÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2

HB-AB (15.00)

TB/FCS/Royn-EB/Streymur (15.00)

Skála-07 Vestur (15.00)