Víkingur liggur á einum sætta plássi við 17 stigum, heili 11 stig aftanfyri oddaliðið NSÍ. Undan kappingini mettu fleiri miðlar, at Víkingur fór at verða við í odda stríðnum.
- Vit høvdu væntað at verið eitt sindur hægri enn vit eru, men vit hava so ikki gjørt okkum sjálvar til FM favorittar. Tað er ongin loyna, at vit hava havt tað trupult við at vinna dystir, men vit hava eisini eitt ógvuliga broytt lið frá í fjør, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.
Víkingur tekur í dag ímóti B68, sum liggur eitt pláss og trý stig aftanfyri Víking
- Hetta er ein torfør uppgáva. Meðan eg havi verið venjari hjá Víkingi hava allir dystirnir ímóti B68 verið tættir og javnir. Tað verður dagsformurin, ið avgerð hvør vinnur í kvøld, sigur Jógvan Martin.
Spurdur um veikleikarnir hjá B68 liðnum, svarar Jógvan Martin Olsen so;
- Tað haldi eg at vit bíða eitt sindur við, men vit fyrireika okkum sum til allar dystir. Vit hyggja fyrst og fremst eftir okkara liðið og okkara spælið. Sjálvandi hyggja vit eisini eftir hinum liðnum, men fyri tað eftir okkara egna spælið, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.
Dysturin byrjar kl 18.00 og Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum. Upptakt til dystin verður frá klokkan 16.30