Høgt metti samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, boðar í Sosialinum og Dimmalætting í dag frá, at hann ikki stendur inni fyri greinini »Peningur játtast til nýggja hvítbók«, sum stóð í Sosialinum14. oktober.
Greinina havi eg skrivað burtur úr trý korter langari samrøðu við Jógvan Mørkøre á kvøldi 13. oktober. Talan var um eina ógvuliga áhugaverda samrøðu um politisku viðurskiftini í Føroyum í løtuni. Og hóast eg órógvaði hann mitt í føðingardegi hansara, vildi hann fegin gera samrøðuna.
Fyri at tryggja mær, at eg ikki kom at endurgeva mannin skeivt, bandaðið eg alla samrøðuna. Hetta er heilt vanligt í fjølmiðlaheiminum, tá talan er um greinar um álvarsom viðurskifti. Bandupptøkurnar verða ikki nýttar móti kelduni, men verða tvørturímóti bert gjørdar fyri at tryggja blaðfólki og kelduni, at rætt verður endurgivið.
Jógvan Mørkøre hevur í brævi sínum onga beinleiðis grundgeving fyri, hví hann ikki kann standa inni fyri greinini. Hann sigur bert, at hann noyðist at staðfesta, at tær metingar og tey sjónarmið, hann ynskti at fáa fram, eru borðin víðari í einum líki, hann ikki kann kennast við. Harafturat eru ymsar metingar í greinini, ið ikki eru hansara, men blaðmansins egnu.
Sakni her beinleiðis grundgevingar frá samfelagsfrøðinginum um, hvørjar metingar og sjónarmið, hann ikki kann standa inni fyri í greinini. Tann grundgevingin, hann kemur við, er ov leys. Sagt verður bert, at hann ikki kann standa inni fyri greinini
Sjálvsagt skrivaði eg ikki hvørt orð, sum Jógvan Mørkøre segði. So hevði greinin verið einar sjey síður til longdar, og tað ber ikki til at bjóða lesarunum. So er tað hetta, Jógvan Mørkøre er ónøgdur við, kann hann til eina og hvørja tíð venda sær til mín og fáa fulla útskrift av bandinum.
Argir 19. oktober 1999
John Johannessen, blaðmaður á Sosialinum