Jógvan á Lakjuni vil fegin hava allan sannleikan á borðið

- Tað er heilt burturvið at siga, at vit ikki vilja hava allan sannleikan fram um Vinnuháskúlan. Men talan er um fleiri mál, sum eru samanblandað í fjølmiðlunum, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður


Vinnuháskúlin
 
- Eg vil fegin hava allan sannleikan fram.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum er fegin um, at málið um fíggjarligt óreglusemi á Vinnuháskúlanum, nú er endað á borðinum hjá landsstýrismálanevndini.
Tað er landsstýrismálanevndin, sum hevur eftirlitið við embætisførsluni hjá landsstýrisfólkum, og hon hevur nú biðið landsstýrismannin um allar upplýsingar í málinum.
Tá ið hesir upplýsingar eru fingnir til vega, fer nevndin at taka støðu til, um talan er um eitt mál, sum nevndin skal taka upp til viðgerðar.
Tá ið málið varð lagt fyri landsstýrismálanevndina, varð róð framundir, at Mentamálaráðið er ikki hugað í at fáa allan sannleikan fram, og at Ráðið veit meiri enn tað letst.
- Tað er heilt burturvið at siga, at vit ikki vilja hava allan sannleikan fram. Sjálvandi vilja vit tað, og tí er tað at fegnast um, at málið nú er endað hjá landsstýrismálanevndini, sigur Jógvan á Lakjuni.
 
Fleiri mál blandað saman
Men hann staðfestir eisini, at tað, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum um Vinnuháskúlan seinastu dagarnar, eru ein samanblanding av fleiri málum.
- Talan er um fleiri mál, sum lítið og onki hava við hvørt annað at gera.
Í fyrsta lagi hevur verið víst á, at fakliga støðið á skúlanum er í vanda. Í øðrum lagi hevur verið ført fram, at fíggjarligt óreglusemi er farið fram á skúlanum, og í triðja lagi er talan um, at Vinnuháskúlin hevur ætlanir um at siga ein lærara úr starvi.
- Í sambandi við fakliga støðið á skúlanum, kann eg siga, at Vinnuháskúlin allarhelst er einasti skúli í landinum, sum IMO (International Maritme Organisation) kannar regluliga gjøgnum danska Sjóferðslustýrið.
- Í sambandi við ætlaðu uppsøgnina, er talan um eitt persónsmál og tað kann eg ikki gera viðmerkingar til. Hetta er heldur ikki eitt mál, sum Mentamálaráðið hevur nakað við at gera tí tað er leiðslan á skúlanum, sum setir fólk í starv og loysir úr starvi aftur.
- Hinvegin er Mentamálaráðið kærumyndugleiki og viðgera eina møguliga kæru í hesum máli og tí er tað ikki fyrrenn ein møgulig kæra kemur, at vit koma upp í málið, leggur hann afturat.
 
Óreglusemi, farloyvi og uppsøgn
Jógvan á Lakjuni sigur, at tá ið hann verður endurgivin fyri at siga í Løgtinginum, at hann ikki kennir til málið, er tað ikki rætt.
- Sjálvandi kenni eg til ymisk viðurskifti  á Vinnuháskúlanum. Men eg kenni  onki til ætlanarskrivið, lærarin hevur fingið um uppsøgnina og tað er tað, eg eg segði í Løgtinginum.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað, sum Mentamálaráðið hevur viðgjørt, eru spurningar um fíggjarligt óreglusemi.
Í hesum sambandi hevur Vinnuháskúlin latið Mentamálaráðnum eina frágreiðing og hana hevur Ráðið til eftirtektar.
- Tað er tískil gott, at landsstýrismálanevndin viðger málið fyri at taka støðu til, um málið skal kannast víðari, so at hesin spurningur ikki stendur ósvaraður.
Ein heilt annars spurningur, sum eisini verður blandaður inn í hesi viðurskifti, er ein umsókn frá hesum sama lærara um farloyvi, har tað ikki gekk eftir vild hjá honum.
-Tíverri eru øll hesi málini blandað saman. Tá ið tað er upplýst, at lærarin hevur kært málið málið til Løgtingsins Umboðsmann, er tað hesin spurningurin, sum Løgtingsins Umboðsmaður viðgerð. Hinvegin er málið um fíggjarligt óreglusemi til støðutakan í landsstýrismálanevndini, men ikki hjá Løgtingsins Umboðsmanni.
Jógvan á Lakjuni leggur dent á, at tá ið sagt hevur verið, at málið hevur verið fyri í mentamálaráðnum, er tað ikki spurningurin um uppsøgnina.
- Tað, sum vit hava fingið á okkara borð, eru spurningarnir, sum lærarin  reisir um óreglusemi á skúlanum.
- Og hóast eg ikki kenni til ætlaðu uppsøgnina, kenni eg sjálvandi til málini um fíggjarligt óreglusemi og til málið um farloyvi.
- Av tí, at talan er um heilt ymisk mál, er tað eisini ómetaliga týdningarmikið, at tey ikki verða blandað saman, tí uppsøgnina hevur Mentamálaráðið onki við at gera, og hana kenna vit onki til. Men onnur viðurskifti, sum eru reist á Vinnuháskúlanum, men sum onki hava við uppsøgnina at gera, kenna vit sjálvsagt til. 
Spurningurin um figgjarligt óreglusemi varð reistur, tá ið lærarin kannaði eftir hjá Mentamálaráðnum, hví ein lærari framvegis fekk løn frá skúlanum, hóast hann var farin undir víðari útbúgving.
 
Ikki ein hóttan
Í tí sambandi sendi Mentamálaráðið lærararum skriv, har tað varð boðað frá, at tað var óloyalt at fara beinleiðis til yvirskipaða myndugleikan, uttan um leiðsluna á skúlanum, og heitti á læraran um at taka hesi viðurskifti til viðgerðar saman við leiðsluni á skúlanum.
At tvítak av brævinum er sent skúlanum, er vanlig mannagongd.
Mentamálaráðið hevur eisini sent skúlanum eitt skriv, har víst verður á, at talan er um óloyala framferð og har ráðið heitir á skúlan um at finna eina virðiliga loysn á málinum, saman við læraranum.
Hetta hava mong tulkað sum at Mentamálaráðið hevur hótt læraran við uppsøgn og enntá sum eina beinleiðis áheitan á skúlan um at siga hann upp.
- Tað er tað als ikki talan um. Vit vildu bara gera vart við og vegleiða læraran um, at hann átti at samskifta beinleiðis við leiðsluna á skúlanum, og vit vildu gera vart við, hvørjar avleiðingar óloyal framferð kundi fáa.
- Hetta var tað einasta, sum lá ið hesum. Tað kann als ikki koma upp á  tal, at vit heita á skúlan at siga nakran upp, sigur Jógvan á Lakjuni.
Men síðani er komið fram, at í ætlanarskrivinum um at siga læraran upp, verða júst hesi bæði brøvini frá Mentamálaráðnum brúkt sum einasta orsøk til uppsøgnina?
- Brøvini frá Mentamálaráðnum eru als ikki ein áheitan á skúlan um at siga læraran úr starvi, tí tað er skúlin, sum er setanarmyndugleiki. Annað fái eg ikki svarað í sambandi við hendan spurningin, sigur Jógvan á Lakjuni stutt um tann spurningin.