Jógvan á Lakjuni fimmti

Mikudagin var rundur føðingardagur í Fuglafirði, tí tá fylti Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og lærari, fimmti

Jógvan er sonur Mariu og Jákup Oluf á Lakjuni. Hann er giftur Odvør, og eiga tey børnini herborg og Gunnar.
Jógvan tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1977.
Hann var sjómaður árini 1969-72. Hann starvaðist sum fólkaskúlalærari frá 1977 til 1989, tá hann fór at starvast á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Umframt læraraprógvið, so hevur hann eisini ymisk skeið á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var limur í Landsskúlaráðnum frá 1994-96, har hann eisinni eitt skifti var formaður.
Jógvan á Lakjuni varð valdur á ting í 1998. Men hann varð kendur úr politikki, áðrenn hann fekk fast sæti á tingi, tí í orð og skrivt hevur hann eisini gjørt seg kendan, bæði tá hann hevur vart tey borgarligu sjónarmiðini, men eisini á átrúnaðarliga økin-um. Hann er í hvørgum føri bangin fyri at leggja fingrarnar í millum.
Jógvan var í fleiri umførum á tingi ? í styttri og longri tíðarskeið frá 1989 til hann varð valdur á ting 30. apríl í 1998.