Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður er sera ørkymlaður av seinastu útspælunum frá Edmundi Joensen, tingformanni. -At koma við einum so stórum máli sum at gera Føroyar til eitt valdømi beint upp undir eitt val meti eg at vera sera álvarsligt. Valskipanin er stórur partur av demokratiinum, og eg eri sannførdur um, at vit eiga at gera nakrar broytingar, men tá vit fara frá okkara aldargomlu skipan og til eina heilt nýggja, so má hetta gerast ordiliga sigur Jógvan á Lakjuni og heldur fram: –Edmund Joensen sigur við Portalin, at hetta hevur verið umrøtt í 20 ár, men tað er ikki rætt. At gera landið til eitt valdømi hevur ongantíð verið veruliga umrøtt. Okkurt hevur verið lagt fyri tingið men tað er ikki nokk.
Jógvan á Lakjuni sigur seg hava alla virðing fyri formansskapinum í tinginum, men hann heldur, at tað virkar sera løgið, at tingformaðurin leggur slíkt uppskot fram. -Eg góðtaki heldur ikki, tá Edmund Joensen sigur, at hetta er bara eitt mál fyri tingið. Vit hava eitt samgonguskjal, og har stendur, at vit skulu endurskoða vallógina. Kann man loypa frá tí bara tí man er tingformaður spyr hann.
Landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin sigur víðari, at tað eru í mesta lagi 4 mánaðir til val og man kann ikki leggja so stórt mál fyri tingið so stutt undan einum vali. -Eg haldi tað er sera prinsipielt, at man nú vil avtaka ein gamlan rætt, sum sigur, at at øll øki í landinum skulu vera umboðað á tingi. Jógvan á Lakjuni ber ótta fyri, at smærri øki sum Sandoyggin fara at missa síni umboð.
Sentralstýrda uppstilling
Hann vísir á, at floksapparatini eru veik, har man hevur nøkur vælfeløg, sum fungera meira ella minni væl. -Vit hava grasrøtur kring landið, og hvat blívur av teimum, um alt skal sentralstýrast. Tú fer at fáa eina sentralstýrda uppstilling, tvs.at tú fær nøkur fólk í Havn, sum skulu gera av, hvør skal stilla upp runt kring landið. Tað ræðist eg.
Jógvan á Lakjuni sigur víðari, at tað er rætt sum Marius Dam sigur, at hetta málið krevur eina nógv størri kanning og kjak. –Eg haldi, at Edmund Joensen í sínum úttalilsum er sera arrogantur, tá hann sigur, at eingin sleppur at forhála hetta málið. Tað verður sanniliga oftani givin meira tíð enn ein mánaði at viðgera eitt mál. Tað eru stórmál, sum oftani fáa upp í 3-4 mánaðir viðgerð í nevnd, og skal hetta stórmálið bara hurrast ígjøgnum, so ger tað meg enn meira bangnan. Tá spyr man, hvat veruliga motivið er fyri tí. Fyri mær er tað so stórt mál, at minst tvey ting eiga at taka støðu til tað. Eg havi ótrúliga ringt við at lata hetta bara fara afturvið borðinum, og eg kenni meg sera frustreraðan av øllum tí, sum er komið fram í seinastuni.
-Tað hevur verið frammi, at uppskotið um eitt valdømi verður lagt fram, tí ávísir tingmenn bera ótta fyri at teir annars ikki verða afturvaldir. Hvat sigur tú til tað?
-Tað luktar eitt sindur av hesum. Um hetta er motivið, so er tað sera ræðandi.
Reinsa luftina
Jógvan á Lakjuni er ikki ósamdur við løgmanni, sum við Portalin í vikuskiftinum sigur, at uppskotið hjá Edmundi kann sprongja samgonguna. –Tað verður ringt at liva við hesum, og tí er spurningurin, um tað ikki hevði verið rætt at reinsa luftina og fingið eitt val nú. Lat okkum nú síggja komandi dagarnar, hvussu støðan verður. Og hann heldur fram:
-Eg haldi, at tað er skeivt, at tingið skal koyra hetta ígjøgnum, áðrenn eitt val. Koyrir tað so nógv í ein spíss, sum alt nú bendir á, so er spurningurin, um vit ikki skulu taka eitt val, sum tá eisini fer at hava við sær, at uppskotið hjá Edmundi Joensen dettur av borðinum.
-Men hvat við øllum uppskotunum tit sum samgonga ætla at fremja í heyst?
-Eg eri sjálvandi sera harmur um, at tey mugu bíða, men hetta málið kann skapa so nógv stríð og rumbul, at tað er spurningurin, um ikki eitt skjótt val hevði verið nógv betri.