Jógvan kom aftur

Compound skjúttarnir vóru 11 í høllini á Eiði í dag. Støðið var sum heild javnt.

 

Innleiðandi var øgiliga javnt frá nummar 2 til nummar 7.

 

Síðani vóru finalurnar á skránni.

 

Í bronsudystinum skutu Sigrid Vang og Albert Dam. Hendan dystin vann Albert við einum stigið.

 

Í sjálvari finaluni skutu Jógvan Niclasen og talentið Magnus Andreasen. Her vann Jógvan við 115 stigum ímóti 110 hjá Magnusi.

 

Meira um bogaskjóting í Sosialinum.