Jógvan Johansen 85 ár

Í dag, 18. september, fyllir Jógvan Johansen á Eiði 85 ár.

Jógvan hevur heilt frá ungum av havt góðan hug til sjógvin, og ætlaði sær sum 15 ára gamal at sleppa til skips við sama skipið sum brøður hansara vóru við, men har var ikki pláss fyri honum, so ístaðin fór hann saman við pápa sínum og øðrum eiðismonnum til lands í Íslandi í 1934. Skipið, hann hevði ætlað sær við var Nólsoyggin, ið sum kunnugt ikki spurdist aftur, og hann misti báðar brøður sínar. Men árið eftir fór hann so til skips, og dvaldist á sjónum, stóran part av tíðini sum motorpassari, til hann fyribils legðist upp á land í 1959, tá hann fekk arbeiðið á Loranstøðini á Eiði. Seinast í sekstiárunum tá minkað bleiv um manningina á Loranstøðini, fór Jógvan aftur til skips. Onkrar túrar við fiskiskipum, men meginpartin av tíðini við farmaskipum, eitt nú teimum donsku frystiskipunum, sum sigldu til Amerika við flaki. Seinastu ellivu árini hann var á sjónum, var hann við skipum hjá Traderline. Í 1982 fekk hann starv sum kajfúti á Eiði, og gavst har í 1990, tá hann var blivin 72 ára gamal.
Jógvan giftist Jonny, f. Ellingsgaard (vanliga kallað Nonna), sum eisini var av Eiði, í 1942. Hon doyði í 1991. Tey fingu 5 børn, Ferdinand, sum doyði sum nýføðingur, John, sum býr á Eiði, Odny, sum býr í Havn, Magnus, sum býr á Eiði og Katrin Maria, sum býr í Kvívík.