Jógvan var ættaður úr Hvalvík. Hann var yngstur av nýggju systkjum.
Foreldrini vóru Billa Nicolina, f. Joensen, úr Fuglafirði, og Jógvan Johannesen, vanliga nevndur Jógvan á Lag, úr Hvalvík.
Hóast heimið í mangar mátar var fátæksligt, var gott samanhald í familjuni og systkini hjálptu hvør øðrum sera væl.
Sum ungur fór Jógvan til Havnar í timburlæru hjá Jóannes Steffansson, ið var giftur við systrini, Solinu. Jógvan búði hjá teimum á Boðanesi, og fekk hann gott í beinini har.
Liðugur við lærutíðina fór hann til Danmarkar á ein byggimeistaraskúla saman við øðrum kendum føroyingum.
Eftir lokna skúlagongd kom hann heim aftur til Føroya og byrjaði at arbeiða sum sjálvstøðugur byggimeistari. Eftir vanliga arbeiðstíð undirvísti hann á Tekniska Skúla í Havn. Frá 1949 til 1967 undirvísti hann bert um kvøldið, men í 1967 gjørdist hann lærari burturav, til hann fór frá fyri aldur í 1986.
Av álitisstørvum kann nevnast, at Jógvan var metingarmaður hjá Jarðarráðnum og hjá Føroya Sparikassa, har hann eitt tíðarskeið var formaður.
Síðst í 40-unum hitti hann Mariu Abrahamsen av Strondum, tey giftust í januar 1950 og fingu fimm børn, tey eru: Bjarki, f. í mars 1950, Ninna, f. í desember 1953, Ása, f. í august 1957, Torkil, f. í november 1960, og Jón, f. í apríl 1966.
Jógvan var væl kendur millum havnarfólk, hansara sereyðkenni var, at hann altíð var virkin. Hann var lítil og kvikur og hevði altíð nógvan skund. Hann var arbeiðssamur, lítillátin og hjálpsamur. Hann var ein trúgvandi maður, sum vísti stórt trúfesti. Í vertskapi var hann góður sangari og skipaði ofta fyri í føroyskum dansi.
Í sínum virkna arbeiðslívi hevði Jógvan ikki nógva tíð til familjuna, men tað gjørdi hann sanniliga nakað við, tá hann gavst at arbeiða. Hann vitjaði dúgliga børnini og abbabørnini.
Seinastu árini var Jógvan heilsuveikur og hevði trupulleikar við lungunum. Nú hann andaðist, var hann í Danmark saman við Mariu, har tey vitjaðu døturnar. Hann andaðist í Keypmannahavn. Jógvan var tann seinasti, sum var eftir av teimum nýggju systkjunum úr Hvalvík.










