Jógvan Jákup Jacobsen byrjaði at arbeiða hjá Landsverkfrøðinginum 2. apríl 1979.
Sama summarið var hann við at gera tunnulin til Mikladals í Kalsoynni.
1982-1985: Jógvan Jákup arbeiddi í Leirvíkartunlinum. Harumframt var hann í Noregi í eitt 5-mánaðar tíðarskeið í sambandi við tunnilsarbeiði. Tá ið tunnilin til Trøllanes var gjørdur, var Jógvan Jákup við í tí, og tá ið fast samband var gjørt um Haraldssund, og vegurin til Kunoyar var gjørdur liðugur, taldist hann somuleiðis millum arbeiðsfólkið har. Hesa tíðina vóru eisini fleiri møtipláss longd og breiðkað inni í Boroyðartunnlinum. Seinni var hann aftur eitt tíðarskeið í Noregi í sambandi við undirsjóvartunnilsarbeiði.
1989: Byrjað var uppá fyrireikingarnar til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, og nú hevði Jógvan Jákup sjálvsagt royndir frá líknandi arbeiði í Noregi. Skúrar vórðu settir upp og arbeiðsplássið gjørt til, men veruliga arbeiði uppá tunnilin fór ikki í gongd fyrr enn eini 10 ár seinni.
1991-1992: Jógvan Jákup var við til at breiðka vegin millum Hósvík og Maskinmiðstøðina. Í sama tíðarskeiði var hann í Íslandi í sambandi við el-verk í tunnli.
1992-1999: Í hesum tíðarskeiði var Jógvan Jákup arbeiðsformaður í Sumbiartunlinum. Hetta tók fleiri ár og var í teimum ringu tíðunum í Føroyum, og var tí lítil játtan sett av til hesa verkætlan.
1999: Jógvan var við til at gera goymslutunlarnar fyri Fuglafjarðar kommunu. Síðani var hann eisini formaður fyri arbeiði við Gásadalstunnilin. Seinasta verkætlan Jógvan Jákup hevur verið við í, var at breiðka vegin á Oyrarbakka. Ikki kann sigast annað, enn at talan er um ein mann við drúgvum royndum, serliga innan tunnilsarbeiði. Hann hevur bæði arbeitt í Føroyum, Noregi og Íslandi.
Í dag er Jógvan Jákup formaður á Skervverkinum hjá Landsverkfrøðinginum á Hústoft.
Vit vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum og 50 ára føðingardegnum 11 apríl. Nú um dagarnar eru Elsa og Jógvan Jákup í páskafrí í Íslandi
Árni