Jógvan Isaksen í Horsens Statsfængsel

Vikuskiftið 10.-11. apríl skal føroyski krimihøvundurin Jógvan Isaksen í fongsul - í Horsens Statsfængsel í Danmark.

BÓKMENTIR


Jógvan Isaksen skal tó ikki inn at sita, men er eitt av »nøvnunum« á árligu donsku krimibókastevnuni Krimimessen, sum hevur 9 ár á baki og síðani 2007 hevur verið hildin í Horsens Statsfængsel, ið ikki longur verður brúkt sum fongsul.
Stevnan byrjar leygardagin 10. apíl kl. 10 og endar sunnudagin 11. apríl kl. 16.
Á stevnuni verða krimihøvundar í hópatal úr Danmark, hinum norðurlondunum og uttan úr heimi, og í ár eru so eisini - fyri fyrstu ferð - Føroyar og ein føroyingur á skránni. Krimisøgur munnu vera tað best umtókta bókmentaslagið seinnu árini, og stevnan plagar at vera væl vitjað av fólki, ið vilja síggja og hoyra teir mongu blóðtystu rithøvundarnar.
Jógvan er á skránni leygardagin 10. apríl, kl. 11.00 á Senu 3, har hann skal tosa við Jesper Stein Larsen um krimisøguna "Korsmesse", sum forlagið Torgard gav út í november í fjør.
Temað fyri stevnuna í ár er raðmordarar.
Hóast fitt av morðum verða framd í "Korsmesse" hjá Jógvani, er hon ikki sum so ein raðmordarasøga.
Men tað er hinvegin hin krimisøgan, sum Forlagið Torgard hevur givið út, nevniliga "Frosne sjæle" eftir kanadiska høvundin Giles Blunt, har ein raðmordari er upp á spæl í lítla býnum Algonquin Bay í Ontario, Kanada. Bókin vann ein Silver Dagger frá British Crime Writers' Association, tá hon kom út í 2000 og er umsett til 11 mál.
Bøkur fyri hálvan prís
Hóast forlagið - við tveimum krimiútgávum - ikki kann sigast at vera millum størstu krimiforløgini í Danmark, so fara vit at hava ein lítlan bás á stevnuni, har báðar krimisøgurnar kunnu keypast fyri hálvan prís, og høvi verður at fáa Jógvan at signera.