Jógvan Hansen: X-Factor gav mær eina karrieru

Eg fekk so nógv burturúr X-Factor, sum eg kundi. Eg vil siga, at út av 100 prosentum fekk eg 98 prosent burturúr kappingini. Tað sigur Jógvan Hansen, sum á sinni vann íslendska X-Factor.

 

Fleiri føroyingar hava roynt seg í líknandi talent og reality kappingum. Eitt nú vann Linda Andrews X-Factor í Danmark. Guðrun Sólja vann Stjerne for en Aften, og Vígdis Hentze Olsen vann Kan du Danse?.

 

Soleiðis hava fleiri føroyingar roynt seg og staðið seg væl í kappingum uttanlands, men føroysku talentstjørnurnar eru á ymsum máli um hvussu nógv er komið burturúr.

 

Ein teirra, sum veruliga heldur seg hava fingið nógv burturúr X-Factor er Jógvan Hansen, sum á sinni gjørdist nummar eitt í Íslandi.

 

-Eg minnist bara gott aftur á kappingina. Tað var ein sera stór uppliving fyri meg. Eg eri sera errin av at hava vunnið hasa kappingina, sigur Jógvan Hansen.

 

Seinastu árini er Jógvan Hansen av álvara vorðin fólkaogn í Íslandi, og telist millum best umtóktu tónleikararnir har.

 

-Tað hevur bara gingið uppeftir hjá mær, síðani eg vann kappingina. Og eg ætli mær at halda fram við at veksa í Íslandi, sigur Jógvan Hansen.

 

Jógvan Hansen heldur, at øll skulu royna slíkar kappingar, um tey hava hug til tað.

 

-Men tú ikki ert 100 prosent áhugaður í at vinna, so er best at lata verða. Og summi hava gott av at halda seg frá slíkum kappingum. Eingin fer at smíða eitt hús, sum ikki hevur hildið í hamara. So kann man spyrja hví so nógv fólk fara í sangkappingar, sum ikki hava sungið fyrr, sigur Jógvan Hansen.

 

Men Jógvan heldur, at tá ið umræður framleiðslu og undirhald er íslendska X-Factor í heimsklassa, og hevur givið honum sína karrieru í Íslandi.