Við 70% av atkvøðunum vann Jógvan Hansen íslendsku X-Factor tónleikakappingina í Reykjavík í kvøld
- Ég sigi bara takk fyrir!
Tað vóru fyrstu orðini frá Jógvani Hansen, tá hann fyri løtu síðani vann X-Factor tónleikappingina í Íslandi.
Jógvan er millum føroyingar kendur, sum góða songrøddin í Aria og Kularrótum. Men tað er ikki tí, at Jógvan heldur, at hann er besta songrødd í Íslandi, at hann luttekur í X-Factor. Hann varð meldaður til, av tveimum vinkonum, ið sjálvar eisini meldaðu seg til.
Tá Jógvan fór á pallin í kvøld, var tað júst ímóti teimum báðum vinkonunum, ið meldaðu hann til. Tær luttaka sum duett og rópa seg Hara.
Okkurt stuttligt gera føroyingar í Reykjavík burtur úr í kvøld. Teir hittast á Sjómansheiminum Ørkini, har tey hava fylgt við í finaluni.