Vegna vánalig floglíkindi lendi flogfarið hjá Jógvani Hansen og Friðriki Ómar ikki eins og ætlað í dag, og tí varð móttøkan í Tutl avlýst. Men kortini fáa fjepparar møguleikan at fáa signeraðar fløgur frá teimum báðum.
Úr Tutl verður sagt, at fjepparar ikki skulu snýtast fyri at fáa autografar, tí eftir konsertirnar við Frostrósum, sum verður í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, fara teir báðir at skriva autografar.
Í morgin kemur Nicolina av Kamarinum sum ætlað, at spæla nøkur løg úr nýggju fløguni.
Hettar verður eftir jólatræið er tendrað í morgin umleið kl.16.30.










