Jógvan Hansen og 17 Sangarar í Reykjavík

Føroyska kórið »17 Sangarar« og kendi føroyingurin í Íslandi, Jógvan Hansen, hava í rúma tíð tosað um at hava felagskonsert í Reykjavík.

Nú er hetta vorðið veruleiki, og fer konsertin av stáplinum leygarkvøldið 2. oktober kl. 20:00.

 

Skráin verður soleiðis, at 17 sangarar syngja føroyskar og íslendskar sangir. Íslendsku løgini eru av kenda íslendska tónaskaldinum Sigfúsi Halldórssyni (ofta kallaður Fusi í Íslandi), sum í ár fyllir 90 ár. Ein av kendastu sangum hansara er ?Lítla flugan?, sum allir íslendingar kenna. Løgini eru sett upp sum sirpa, sungin av 17 Sangarum, duett og trio.

 

Tey føroysku løgini hevur kórleiðarin hjá 17 Sangarum, Jógvan við Keldu, gjørt.

 

Í skránni hevur Jógvan Hansen, saman við m.a. íslendskum tónleikarum, fleiri av sínum kendu løgum, og onnur nýggjari løg. Eisini fara Jógvan Hansen og Pætur við Keldu, sum eisini er klaverleikari hjá 17 Sangarum, at syngja saman. Hesir hava báðir verið við í Melodi Grand Prix ávíkavist í Íslandi og Danmark.

 

Jógvan Hansen og 17 Sangarar fara eisini at syngja tveir sangir saman og onkrar sangir saman við kvinnurøddum.

 

Sunnumorgunin fara 17 Sangarar at syngja á møtinum í samkomuni Akrinum í Kópavogi.

 

Kórið verður gestir hjá Kópavogs Kommunu, sum er vinarbýur við Klaksvík.

 

Í sambandi við Íslandsferðina hava17 Sangarar kafé kvøld við konsert í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík hóskvøldið 30. september kl. 19:30. Kostnaðurin er 80 krónur og atgongumerki fáast við dyrnar.