Síðani Jógvan Hansen vann X Factor kappingina í Íslandi, og fløga kom út, hevur gingið strúkandi hjá Jógvani.
Endurinnspælingin av lagnum Rooftop gjørdist beinanvegin nummar eitt á listunum, og fløgan gjørdist skjótt nummar eitt á sølulistanum yvir mest seldu fløgur.
Tað er ein fegin Jógvan Hansen, sum kann siga úr Íslandi, at enn gongur líka væl, og at fløgan enn er væl dámd, og liggur nummar eitt á listunum yvir mest spældu og mest seldu fløgur í Íslandi.
Jógvan Hansen fer á pall á Summarfestivalinum við manning úr X Factor kappingini.