Jógvan á Høvdanum 45 ára starvsdag

Í dag hevur Jógvan á Høvdanum arbeitt í 45 ár hjá Klaksvíkar Timburhandli

Hann bleiv settur í starv tann 1. Juli 1954 í krambúðini á Varpinum. Tann 1. Juni 1965 bleiv hann deildarleiðari og seinni bleiv hann settur stjóri, hesa tíðina átti J.F.Kjølbro Timburhandilin. Tann 20. Decembur 1994 keypti Jógvan saman við synunum Timburhandilin frá NyKredit, og nú hann hevur 45 ára starvsdag, hevur hann avgjørt at gevast í Timburhandlinum og geva leiðsluna til synirnar. Vit hava nógv at takka Jógvan á Høvdanum fyri og hevur hann hesa longu tíð verið sera trúgvur ímóti starvi sínum. Hann hevur vegleitt mangan hondverkara í Norðoyggjum og hevur verið sera góður við okkum starvsfólk, sum hava arbeitt undir honum. Í framtíðini fer hann at ráðgeva, tá tørvur er á tí, so hann sleppur ikki heilt fakinum, tí tá ein hevur arbeitt so leingi innan sama fak, er vitanin sera stór og ta vitan kann Timburhandilin illa vera fyri uttan. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum.

Starvsfólkið í

Klaksvíkar Timburhandli