Jógvan I. Olsen taldist í mong ár millum tungu dreingirnar í føroyskum politikki, og ikki minst í kjaki og viðgerð av fiskivinnu og vinnulívi vigaðu hansara orð tungt.
Hann hevði stóra virðing millum manna – ikki bara innanfloks, men eisini í øðrum flokkum og millum fólk, sum annars ikki vóru samd við honum um tilknýti í ríkisfelagsskapinum.
Abbi mín, Oluf Jacobsen, var íðin loysingarmaður, men hann hevði mangan á orði, hvussu skilagóður Jógvan I. Olsen var í fiskivinnuspurningum, og hann hevði ógvuliga stóra virðing fyri hesum manni.
Undan tíðini, Jógvan I. Olsen sat á løgtingi fyri Sambandsflokkin, í landsstýri og sat sum løgtingsformaður, var hann í nógv á til skips og var skipari.
Hann hevur eisini verið reiðari og vinnulívsmaður.
Jógvan I. Olsen kom á ting í 1970 og sat fram til 1998, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Umframt at vera við í landspolitkki øll hesi ár, hevur hann eisini sitið í bygdaráðnum í Nes kommunu og var eitt skifti borgarstjóri.
Jógvan I. Olsen hevur fingist nógv við seyð, fyrifallandi útróður, og hann hevur stóran áhuga og eina velduga vitan um tey fornminni, sum eru í kommununi.
Vit í Miðlahúsinum ynskja Jógvani I. Olsen tillukku við degnum.
vilmund@sosialurin.fo










