Jógvan Edvard 40

Í gjár, 5. juni, fylti Jógvan Edvard Lindenskov Joensen í Havn 40 ár.

Jógvan Edvard er sonur Rannvá og Tummas Joensen. Rannvá er úr Havn, dóttir Edvard Lindenskov (í Rættará) og Biritu, sum var ættað úr Leynum. Tummas er nólsoyingur, sonur Valborg og Jógvan í Heiðriksstovu.
Jógvan Edvard er giftur Hansinu, ið er ættað úr Garðinum í Klaksvík, dóttir, Rannvá og Kjartan Hansen.
Fyrr í ár lótu Jógvan Edvard og Hansina upp handil, ið selur køkar, Biga køkar, í Niels Finsensgøtu í Havn, har Tórs Cafteria fyrr helt til. Jógvan Edvard letur væl at undirtøkuni, handilin hevur fingið, og hann leggur dent á, at tað serliga er dygdarkøkar, hann roynir at selja.
Sum yngri var Jógvan Edvard í Danmark og læs. Hann fór seinni til skips, og sigldi - serliga við klaksvíkstrolarum ? í nøkur ár. Hann hevur eisini roynt seg sum lærara og pedagog, men hevur seinnu árni verið í handli, til hann nú fór undir egnan handil.
Jógvan Edvard er eisini kendur í Gundadali, har hann kann rópa rættuliga hart, tá HB spælir ? og so er tað eisini Liverpool, sum hevur hansara serliga tokka.
Jógvan Edvard eigur tvey børn, sum búgva í Danmark, Ann Celene og Janus. Um stutta tíð flyta Jógvan Edvard, Hansina og dóttirin Rannvá í nýggj hús í Maritugøtu í Hoyvík.

Í gjár, 5. juni, fylti Jógvan Edvard Lindenskov Joensen í Havn 40 ár. Jógvan Edvard er sonur Rannvá og Tummas Joensen. Rannvá er úr Havn, dóttir Edvard Lindenskov (í Rættará) og Biritu, sum var ættað úr Leynum. Tummas er nólsoyingur, sonur Valborg og Jógvan í Heiðriksstovu.