Jógvan Arge við flogsøguni á Skála

Jógvan Arge verður at hitta á Sølurásini á Skála í morgin, tá hann fer at signera nýggju bókina »Føroyar í flogsøguni ? frá Charles Lindbergh til Erlu Kongsdóttir«. Ikki so lítið í Føroyar og flogsøguni fer fram í Eysturoynni, serliga undir krígnum. Ein partur av bókini snýr seg um tað sambandið, sum føroyingar høvdu við flogfør undir seinna heimsbardaga.

Og tað er ikki at siga, at hetta merktu ikki minst eystringar nakað til. Flogførini vóru í heilum yvir serliga Skálafjørðinum, har bretar høvdu sína krígshavn.

Álopini skolaðu næstan inn yvir Skálafjørðin og bumbur vórðu í stórum tali tveittar eftir enskum tangaskipum og føroyskum fiskiskipum. Men verjan við Skálafjørðin var so mikið sterk, at Skálafjørðurin slapp undan stórum skaðum.

Har vóru fleiri sterkar kanónstøðir á Nesi, Toftum, Søldarfirði, Skála, Innan Glyvur og á Strondum.

Einasti flúgvarin, sum skotin varð niður yvir Føroyum, ein týskur Heinkel 111, neyðlendi á Gøtuvík, har teir fýra týskararnir vórðu tiknir umborð á ein bát og førdir í land í Syðrugøtu, har bygdarfólkið og ein eingilsmaður tóku ímóti teimum.

Flogfarið sakk, men varð tikið upp aftur og sent til Onglands til kanningar. Týsku flogmenninir fóru sama veg at sita krígsfangar.

Hetta týska flogfar hevði bumbað í Havn. Verjan hevði skotið dúgliga eftir tí og helt seg hava rakt flogfarið, men flogfarið varð eisini hart tikið inni á Skálafjørðinum, og endin var, at verjan á Skálafjørðinum fekk heiðurin at hava lamskotið týska flogfarið.

Jógvan Verður á Sølurásini sunnudagin frá klokkan 18.00 til 19.00.