Fjølmiðlar
Mánakvøldið skipaðu sambandsfelagið og fólkafloksfelagið í Eysturoy fyri almennum fundi um útvarp og fjølmiðlar í John?s Resturant í Saltangará.
Eini 30-40 fólk møttu á fundinum, sum serliga viðgjørdi evnið: "Røkir útvarpið sína skyldu á nøktandi hátt?"
Við pallborðið sótu Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum var møttur fyri Óla Breckmann, Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, Ivan Johannesen, sum tók við landsstýrissessi eftir Sámal Petur í Grund, tá ið kringvarpslógin varð sett í verk og Eyðun Andreasen, fólkalívfrøðingur, sum eitt nú hevur granskað fjølmiðlar.
Tað var Jóhan Petersen, formaður í sambandsfelagnum í Eysturoy, sum beyð vælkomin og vísti á, hví feløgini høvdu valt at taka júst hetta evnið upp. Hann vísti á, hvussu stóra ávirkan útvarpið hevur á fólkið og legði annars dent á fjølmiðlaábyrgdarlógina, sum enn ikki er komin.
Júst hendan lógin, sum bíðað verður eftir, var høvuðsumrøðuevnið á fundinum.
Tá ið fundurin var liðugur, takkaði formaðurin í fólkafloksfelagnum í Eysturoy, Steintór Jacobsen, fyri góðan og áhugaverdan fund.
Sosialurin fer at venda aftur til fundin í John?s Resturant í vikuni, tá ið betur pláss er í blaðnum.
Programmleiðarin
Eitt evnið, sum Ivan Johannesen setti hol á, var starvið hjá Jógvani Arge, sum er programmleiðari í Útvarpi Føroya, samstundis sum hann bæði er løgtingsmaður, býráðslimur í størstu kommunu í landinum og eitt nú limur í rættarnevnd løgtingsins.
- Eg havi einki ímóti manninum, men eg haldi tað vera skeivt, at programmleiðarin í útvarpinum samstundis er løgtingsmaður og býráðslimur.
Hann helt tað vera skeivt, at Jógvan Arge sum útvarpsmaður og politikari, hevur møguleikan at gera sítt til, at fjølmiðlaábyrgdarlógin, sum so leingi hevur verið ávegis, verður sett í verk.
Ivan helt eisini, at starvið sum programmleiðari gevur Jógvani møguleikar at uppreklamera seg sjálvan ? um ikki beinleiðis, so óbeinleiðis við tað, at røddin hjá honum er at hoyra í fleiri sendingum hjá útvarpinum.
Ikki mismunur
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, helt, at Ivan hevði tikið heldur rívan til.
- Ivan fekk tað at ljóða soleiðis, at Jógvan Arge kanska hevur havt áhuga í at forðað fyri ábyrgdarlógini ? bara tí, hann er útvarpsmaður. Men eg haldi ikki, at Jógvan arbeiðir soleiðis.
Jógvan á Lakjuni greiddi frá gongdini við fjølmiðlaábyrgdarlógini, sum var eitt ríkislógartilmæli og vísti á, at danir avgjørdu at senda lógina aftur til Føroya av ávísum orsøkum.
- At málið síðan hevur drigið út, hevur nakað við sjálvstýrisgongdina at gera. Arbeitt verður við at yvirtaka málsøkið og seta lógina, sum annars er klár, í verk.
Jógvan á Lakjuni helt annars ikki, at útvarpið ger mismun millum politisku flokkarnar, men vísti á, at journalistarnir sjálvsagt hava ymiskar politiskar uppfatanir, sum kanska í ein ávísan mun kunnu síggjast aftur í tíðindaflutninginum.
- Men tá ið saman um kemur, haldi eg ikki, at mismunur verður gjørdur, segði hann.
Ikki persónurin,
men prinsippið
Ivan Johannesen legði aftrat, at hann hevði ikki lagt Jógvan Arge sum útvarpsmann og politikara undir at viljað bremsað ábyrgdarlógini.
Jóhan Petersen legði dent á, at tað er ikki persónurin, Jógvan Arge, sum verður umrøddur, men programmleiðarin, sum eisini er politikari.
Hann helt ikki, at tað hevði gingið undir gomlu skipanini við útvarpsnevnd, at programmleiðarin í útvarpinum samstundis var politikari.
- Og tað hevði neyvan gingið í dag heldur, um Tjóðveldisflokkurin ikki átti mentamálaráðharran, sum umsitur útvarpið.
Jóhan vísti á, at Jógvan Arge er nógv at hoyra í útvarpinum, og tá ið val er, og Tjóðveldisflokkurin hevur politiskar framløgusendingar, er hann aftur at hoyra har.
- Hetta snýr seg ikki um persónin, men um prinsippið, legði hann dent á.
Hvítt og svart
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, segði, at tað, sum kann tykjast svart hjá einum, kann tykjast hvítt hjá einum øðrum.
- Hetta er eitt dilemma, vit hava.
Útvarpsstjórin vísti á reglurnar í grein 3 í lógini um lønir og eftirlønir hjá løgtingsmonnum.
Her stendur, at løgtingsmaður, sum hevur starv hjá tí almenna, hevur rætt til farloyvi í sínum starvi, men samstundis kann viðkomandi velja at hava eitt hálvtíðarstarv, meðan hann er løgtingsmaður ella varamaður fyri løgtingsmann.
Jógvan Jespersen segði, at hann tók ta avgerð at niðurleggja varastjórastarvi í útvarpinum, sum Jógvan Arge hevði.
- Síðan var hálva programmleiðarastarvið, sum Jógvan Arge hevur, skipað soleiðis, at hansara ábyrgdarøki er avmarkað til sendingar um eitt nú átrúnað, barnaútvarp, siðsøgu, mentan og ítróttarfrásagnir. Hin helmingin av programmleiðarastarvinum røkir útvarpsstjórin fyribils, segði hann.
Útvarpsstjórin segði, at tey royna at hava gøtuna so reina sum tilber, soleiðis at minst møguligt er at finnast at.
Jógvan Jespersen segði seg sakna fjølmiðlaábyrgdarlógina og vísti á, at tað eisini er eftir áheitan frá Útvarpi Føroya, at løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á myndugleikarnar um at fáa hesi viðurskifti uppá pláss.
- Hetta er ikki komið nóg týðiliga fram, segði útvarpsstjórin.