Jógvan Arge hevur útvarpað teir flestu

Tá dómarin í kvøld klokkan hálvgum átta setir dystin millum Týskland og Føroyar í gongd, eru útvarpsmenninir Jógvan Arge og Suni Merkistein á staðnum. Og tað er útvarpið hvørja ferð

Síðani Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt og í 1990 upp í sína fyrstu undankapping, hevur Jógvan Arge verið oftari við enn nakar av spælarunum.
? Eg haldi, at eg havi verið við til at útvarpað allar dystirnar uttan ein ella tveir, so teir munnu vera einir 70 í tali. Og við tí, sum var áðrenn altjóða viðurkenningina hjá føroyskum fótbólti, man eg skjótt fara at nærkast teimum hundrað dystunum, sigur hann.
Tey fyrstu altjóða árini hjá landsliðnum varpaði Jógvan út saman við beiggjanum Magna Arge, men tá Magni bleiv stjóri í Atlantsflog fyri einum fimm árum síðani og gavst við útvarpingini, tók Suni Merkistein við og hevur verið við síðani.
Sostatt eru tað Jógvan og Suni, sum í kvøld fara at siga frá dystinum, og saman við sær hava teir eisini teknikaran Hjalmar Hvítklett, sum eisini hevur verið við nógvar ferðir.
Men hvørki Hjalmar ella nakar av hinum teknikarunum hava møguleika at taka metið hjá Jógvani, tí meðan útvarpararnir aloftast eru teir somu á landsliðsferðunum, gongur kjansurin upp á skift millum teknikararnar.
Umframt at senda frá sjálvum dystinum, hevur útvarpsmanningin eisini latið tilfar til tíðindasendingarnar og soleiðis latið frætta frá føroyska liðnum fleiri ferðir á hesi ferðini, ið byrjaði í Litava og nú endar í Týsklandi.

Tiknir í álvara
Hóast dysturin í kvøld kanska er nummar hundrað ella har á leið hjá Jógvani, so er øll upplivingin rundan um júst henda dystin nakað heilt serligt ? eisini fyri veteranin:
? Fyri tað fyrsta kann eg siga tað, at hesin dysturin móti Týsklandi uttan iva er størsta avbjóðingin nakrantíð hjá einum føroyskum landsliði, sigur Jógvan Arge.
? Men so vil eg eisini leggja tað aftrat, at tað allarstuttligasta kanska er tað, at mótstøðuliðið ? so øgiligt tað enn kann tykjast ? tekur Føroyar í fullum álvara. Og tað sigur nakað um stóru menningina í føroyskum fótbólti hesi síðstu árini.
Jógvan sigur, at ein slíkur hugburður vildi verið óhugsandi fyri bara fimtan árum síðani, tá Føroyar í allar mátar ikki blivu roknaðar fyri annað enn ein pinkutjóð, ið lítið ella einki formáddi sær á einum fótbóltsvølli móti størri tjóðum.
Hann sigur tað heldur vera heilt øvugt í dag, tí eingin av týsku spælarunum hevur sagt seg taka tað sum givið, at dysturin verður vunnin lættliga, hóast favorittleikluturin hjá Týsklandi sjálvandi er greiður.
At hetta so eisini er fyrsti heimadysturin hjá týska landsliðnum, eftir at tað í summar gjørdist nummar tvey í kappingini um heimsmeistaraheitið, gevur ein náttúrligan áhuga fyri dystinum móti føroyingum.
? Eg kann í hesum sambandi nevna, at týskarar eru so spentir, at borgarstjórin her í Hannover nú ein av døgunum uppi á einum palli á torginum tosaði um dystin, greiðir Jógvan frá.
? Tá helt hann fyri, at eingin ivi átti at verið um, hvør fer at vinna dystin. Við tí sipaði hann til, at fólkatalið í Føroyum ikki er meira ein tíggjundapartur av tí, sum býr í bara Hannover.

Landskrona-hýrur
Tá vit biðja Jógvan Arge seta orð á hýrin og lagið, ið er undan hesum dystinum, hevur hann bestan hugin at samanbera upplivingina í Hannover higartil við ta ferðina, tá Føroyar fyri tólv árum síðani bíðaðu eftir at møta Eysturríki í suðursvenska býnum Landskrona.
? Men hóast tað í nógvar mátar minnir um, so er hetta jú nógv størri, tí tað er nummar tvey í verðini, sum hesa ferð stendur yvir av okkum, tá dysturin fer í gongd, sigur hann.
? Tá eg nevni, at hetta er tað størsta síðani dystin móti Eysturríki, so skuldi eg kanska eisini nevnt tann næsta dystin tá, sum var í gomlu Ítróttarparkini móti Danmark. Men aftur er hetta øðrvísi, nú vit verða mettir sum javnbjóðis mótstøðulið hjá sjálvt Týsklandi.
Jógvan Arge heldur lítlan iva vera um, at tað var góði 2-2 javnleikurin móti Skotlandi á Svangaskarði fyri einum góðum mánaði síðani, ið hevur gjørt sítt til, at virðingin fyri Føroyum er at finna allastaðni undan hesum dystinum.
? Tað úrslitið setti prikkin yvir i?ið, tá vit hugsa um marknaðarføring frá okkara síðu í sambandi við henda landsdystin. Skotlands-dysturin varð vístur beinleiðis í týskum sjónvarpi, og her í Hannover veit hvørt mansbarn, hvat Føroyar eru og hvat vit hava avrikað í fótbólti, sigur útvarpsmaðurin.
? At hetta eisini er nakað stórt, merkja vit alla tíðina, og sjálvur skal eg ikki dylja fyri, at eg eri spentur til dystin. Avbjóðingin hevur ið hvussu er ongantíð verið størri enn nú.