Jógvan Arge gevst í Kringvarpinum

Eftir 47 og eitt hálvt ár gevst útvarpslegndan, sum herfyri rundaði sjeyti ár.

Á sínum facebook vanga boðar Jógvan Arge í kvøld frá, at hann nú gevst í starvinum í Kringvarpinum.

 

Jógvan Arge, sum herfyri rundaði sjeyti ár, hevur verið útvarpsmaður í 47 og eitt hálvt ár. Hann er ein legenda innan føroyskt útvarp.

 

Pápin, Niels Juel Arge, var stjóri í Útvarpi Føroya, og Jógvan traðkaði fyri ein part sínar barnaskógvar í útvarpinum, sum tá helt til á Bryggjubakka í Havn, hvørt tað var fyri at leggja rødd til eitthvørt, ella eittnú til kendu jólahaldini.

 

í 1970 byrjaði Jógvan Arge í starvi sum útvarpsmaður, eftir at hava tikið journalistútbúgving í Danmark. Kendur er hann eittnú fyri søguligar og siðsøguligar sendingar, kendu V4 undirhaldssendingarnar og hann hevur eisini verið við til at leggja lunnar undir føroyskt ítróttamál við livandi frásagnum frá t.d. fótbólti og kappróðuri.

 

Kringvarp Føroya bjóðar til almenna móttøku í Sortudíki í dag fríggjadagin 23. juni kl. 15-17, skrivar Jógvan Arge, sum á facebook vanganum hevur viðlagt mynd, har hann saman við Marius Rein ger útvarp, og er myndin 47 ára gomul, leggur Jógvan Arge.