Mentamálanenvdin í Tórshavnar býráð hevur á fundi í dag skipað seg við Jógvani Arge úr Tjóðveldi sum formanni og Hallu Samuelsen úr Javnaðarflokkinum sum næstforkvinnu.
Hinir nevndarlimirnir eru Jákup Símun Simonsen úr Tjóðveldi, Maria Hammer Olsen úr Javnaðarflokkinum og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum.
Mentamálanevndin varar av skúlamálum, barnaansingarmálum, ítróttamálum og øðrum av mentanarligum týdningi í kommununi, her undir bókasøvn og stuðul til mentan.










