Jógvan Andrias í Smiðjuni

Jógvan Andreas á Brúnni hevur latið upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin í eina viku til 10. Juli.
Jákup Andrias hevur havt fleiri framsýningar áður, bæði í Havn, í Runavík, í Fuglafirði og á Skipanesi. Somuleiðis hevur hann fleiri ferðir sýnt fram í Danmark.
Á framsýningini hesuferð hevur hann 25 málningar, sum allir eru málaðir hetta seinast árið til hesa framsýningina.
Men umframt málningarnar, ætlar hann sær eisini at gera okkurt serstakt burtur úr hølunum í Smiðjuni í sambandi við framsýningina.