Jógvan vaks upp í Dali, elstur av trimum brøðrum. Foreldrini vóru Frida og Sofus Johannesen bæði úr Dali.
Áðrenn Jógvan fór á læraraskúla, var hann í nøkur ár fiskimaður, helst var tað fíggjarliga treytin fyri, at hann í heilatikið kundi fara á læraraskúla.
Eftir 6 ár sum lærari í Rituvík tók Jógvan við lærarastarvi í Skopun, har hann kom at virka í útvið 30 ár. Tey flestu sum fyrstilærari, til hann í 97 avgjørdi at gevast við lærarastarvinum og nakað seinni at flyta aftur til heimbygdina í barnaheiminum í Dali, har hann nú legði árarnar inn.
Eg kom at kenna henda fjølbroytta mann og floksfelaga rættiliga tíðliga, og eftir valið 8. nov 1988, tá Jógvan bleiv valdur í løgtingið, kom eg at kenna Jógvan sera væl og legði merki til tey mongu áhugamál, hann hevði og tókst við. Kann nevna, at hann var formaður fyri landsfelagnum fyri dansifeløg “sláið ring” í tíggju ár.
Men tann mentanarligi parturin av lívinum hjá Jógvani kann onkur annar greiða betur frá enn eg. Tó eigur at vera nevndur tann alskur hann hevði til føroyska málið, og hvussu frammúr væl hann dugdi at málbera seg á sínum serstaka vælvalda sandoyarmáli, ikki minst hvussu væl hann evnaði at fáa øll í løgtinginum at lurta eftir sínum talum, líkamikið um evnið, hann røddi um, hevði eins áhuga ella ikki.
Onkuntíð hartaði hann okum aðrar, sum ikki altíð gingu so høgt upp í orðavalið.
Sjálvt um Jógvansa lívsstarv bleiv innan skúlagátt, so gloymdi hann ikki røturnar.
Uppvaksin í einum fiskimannaheimi sá hann týdningin av, at fiskimaðurin hevði góðar umstøður at vinna undir. Tað var neyvan dagur tey 10 árini, eg kom at sita í løgtinginum saman við honum, at hann ikki hevði á orði týdningin, sum fiskivinnan hevði fyri lív og trivna í føroyska bygdalívinum.
Aftan á at hava verið uppi í fleiri skipum, lótu hann og aðrir byggja tvey stásilig skip á Tórshavnar Skipasmiðju í 1987/88 – Stígarklettur og Hádegisklettur. Hesi skip blivu skjótt bestu skip í landinum, og løgdu hesi før stórar rúgvur upp á land, serliga í Sandoynni.
Jógvan legði stóran dent á at fáa fiskin upp á land í Føroyum, so virksemið skaptist til tað tímalønta fólki eisini, somuleiðis róku teir flakavirkið í Skopun eina tíð.
Hetta gekk alt væl næstu 4 árini, til kreppan av álvara fór at gera um seg, og har teir mest svartskygdu fingu valdið á nærmast øllum.
So svart sóu teir, ið fíggjaðu hesar vala skútur upp á føroyska fiskivinnu, at teir hildu tað verða neyðugt at selja skipini heilt til hina hálvuna av klótuni. Tíbetur eru hesi bæði skip aftur í føroyska flotanum í dag.
Ein skuldi trúð, at slík hending tók mótið frá sjálvt tí mest ágrýtna, men so var ikki. Tó skal sigast, at væl merktiskt, at síðumaðurin í tinginum var ikki tann sami fyrstu tíðina eftir hesa hending.
Stutt tíð gekk til Jógvan og aðrir høvdu mannað seg av nýggjum og fingu skip aftur, sum hevur verið til stóra signing fyri ta oyggj, sum Jógvan stríddist fyri so stóran part av lívinum.
Tá so Sandoyarætlanin sá dagsins ljós eftir trýsti frá Jógvan Adolf, og aðrar góðar kreftir eisini stóðu saman um at føra hana út í lívið, kom stór broyting í – og Jógvansa dagligdagur byrjaði aftur at líkjast tí, vit høvdu kent áðrenn kreppuna.
Í mai mánaði í fjør vóru vit allir í ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins inni á gólvinum hjá Jógvan Adolfi í Dali og heilsaðu upp á hann.
Tað verður saknur ikki at hoyra sjáldsomu røddina á Jógvani aftur. Tú vart ein brandur.
Henrik Old