Støðan millum jødisk niðursetufólk og palestinar á Vestara Áarbakka hevur verið spent í seinastuni, og fleiri ferðir hava ísraelskir hermenn verið noyddir at forða jødiskum niðursetufólkum í at gera seg inn á sivilar palestinar.
Leygardagin komu hermenninir tó ov seint, tá nøkur jødisk niðursetufólk løgdu á ein seks ára gamlan palestinskan drong í býnum Hebron. Eygnavitni søgdu frá, at niðursetufólkini steinaðu drongin, men at tey tóku til rýmingar, tá ísraelskir hermenn komu dronginum til hjálpar og fluttu hann á sjúkrahús. Hann hevði tó ikki fingið stórvegis skaða.
Bilal Dana varð álopin tætt við jødisku niðursetubygdina Kiryar Arba, sum er nærhendis palestinska býnum Hebron, og her hava viðurskiftini millum niðursetufólkini og palestinararnar verið serliga spent. Jødisk niðursetufólk hava fleiri ferðir lopið á palestinar og ísreaelskar hermenn, skrivar NTB. Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, hevur sagt, at herurin fer ikki at slaka.