Jóansøkusúkklingin hjá børnunum

Í fagrasta veðri møttu børnini mannsterk til súkklingina á jóansøku. Fýra bólkar vóru, og súkklað varð á Ovara vegi, frá Sjúkrahúsinum og so inneftir.
Bólkur 1, tey 6-7-8 ára gomlu súkklaðu 2 km.
Bólkur 2, tey 9-10-11 ára gomlu súkklaðu 4 km.
Bólkur 3, tey 12-13-14 ára gomlu súkklaðu 6 km.
Unglingarnir súkklaðu til Øravíkar og aftur, ein teinur ið var 15 km.
Bólkarnir byrjaðu soleiðis, at tey, ið skuldu súkkla longst, byrjaðu fyrst.
Unglingarnir og bólkur 3 súkklaðu tíðarsúkkling, t.v.s. at tey byrjaðu við ávísum tíðarbili ímillum hvønn súkklara.
Hjá bólkunum 1 og 2 var samlaður startur brúktur, t.v.s. at øll stóðu á startstrikuni tá startskotið ljóðaði. Alt gekst væl, og komu øll á mál í øllum góðum.
Til jóansøkusúkklingina hesaferð møttu so nógv børn sum ongantíð fyrr, og at ansa ferðsluni vóru so nógvir løgreglumenn, at slíkt bara er sæð á Tvøroyri til kongavitjanir, so folk kunnu trygg senda børnini til slíkar kappingar.

Úrslitið av kappingini var hetta:

Bólkur 1, tey 6-7-8 ára gomlu.

Dreingir:

1. Pætur Magnussen.
2. Egi Kárason Djurhuus
3. Bergur Mørkøre.
4. Pætur Michelsen
5. Hákun Hoffgaard
6. Rani Arnason Johansen
7. Aron Joensen & Torkil Thomsen

Gentur:

1. Marin Dimon
2. Valborg Johannesen
3. Rebekka Magnussen
4. Sólja Jensen

Bólkur 2.

Dreingir.

1. Finnur Mellemgaard
2. Niels Christiansen
3. Gilli Sørensen

Gentur.

1. Evi Johannesen
2. Noomi Michelsen

Bólkur 3.

Dreingir.

1. Torkil WeiheTíðin: 7.45
2. Poul Andr ZiskaTíðin: 8.07
3. Jákup LutzenTíðin: 8.16
4. Rúni BláfossTíðin: 8.17
5. Sigmundur OlssonTíðin: 8.34
6. Rani G JacobsenTíðin: 8.42
7. Regin D ThomsenTíðin: 9.18*

* Sigast skal, at meðan seks teir fyrstu høvdu góðar kappingarsúkklur, so brúkti Regin eina fjallasúkklu, so sjálvt um hann endaði á aftasta plássinum, so var úrslitið sera gott.

Unglingar.

1. Bergur Johansen
2. Dánjal Michaelsen