Jóansøkujam á Seglloftinum í kvøld

Tónleikarar og tónleikaáhugað kunnu í kvøld hugna sær á Seglloftinum á Tvøroyri, tí skipað verður fyri jam-session Í gjár var jóansøkufestivalurin hildin á bryggjuøkinum frammanfyri Pubbina hjá Thomsen og Seglloftið. Nógv fólk var komið saman í góðveðrinum og festivalurin eydnaðist sera væl.

Suðuroyar Tónleikafelag skipaði fyri, og eru tey í felagnum eisini sera væl nøgd.

Í kvøld skipa fyrireikararnir fyri, at jóansøkujam verður á Seglloftinum klokkan 21:30.