Jóansøkuhald í Fuglafirði

Í Fuglafirði skipa tey, eins og undanfarna ár, aftur í ár fyri jóanssøkuhaldi heimi á Oyruni við Gjógvará í Fugla­firði.

Haldið er sett at byrja komandi leyg­ar­dag klokkan 16. Fyrst spælir Fuglafjarðar Hornorkestur í okkurt um ein hálvan tíma, klokkan 16.30 flytur Edva Jacobsen fram røðu, og millum klokkan 17 og 18 verður felagssangur, og grill­in er til reiðar til at steikja kjøt og pylsur á, sum fund­ar­gest­ir­nir hava við sær til hugnaløtuna.