Pallskráin á Jóansøkufestivalinum er nú tøk og forsølan steðgar í kvøld. Veðrið er av tí besta, og Smyril er júst komin á Tvøroyri fullfermdur av fólki og bilum, og eftir á bryggjuni í Havn stóðu eini 40 bilar Øll tekin eru um, at jóansøkan í ár eydnast væl. Nógv fólk er komið suður. Í gjár stóðu bilar eftir á bryggjui í Havn, og sama var í dag. Veðrið er gott, og í morgin hava veðurmenninir sagt eini 19 hitastig.
Jóansøkufestivalurin sigur, at forsølan av atgongumerkjum endar í kvøld klokkan 20:00. Umbýtan av atgongumerkjum við festivalarmbond fer fram í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa á Tvøroyri í morgin.
Skráin fyri festivalin er nú tøk og er hon henda:
Stóra Pallur
17.00 - 17.30
Fólkadansur á Bryggjuøkinum
17.40 - 18.10
Martin Joensen & Band
18.15 - 18.30
DJ Flemse
18.30 - 18.55
Guðrun Sólja Jacobsen & band
19.00 - 19.25
Faroe 5
19.30 - 20.00
Jens Marni & Faktor 4
20.05 - 20.35
Lena & Niclas
20.40 - 21.10
Brandur Enni & Band
21.15 - 21.50
Froðbiar Sóknar Blues Orkestur
21.55 - 22.30
Crawling Blue
22.35 - 23.15
Páll Finnur Páll
23.20 - 00.20
Frændur