Jóansøkufestivalurin ’09

Saman við tí fantastiska veðrinum og teimum 13 bólkunum á ársins jóansøkufestivali, var lagt upp til ein feitt kvøld á keiini á Tvøroyri. Eins og undanfarnu ár, var festivalurin merktur av bæði lokalum, feskum og meira royndum tónleikarum, samstundis høvdu fyriskiparirnir í ár valt, ikki at hava útlendsk høvuðsnøvn; men í staðin dúva upp á okkara egnu.?

Jóansøkufestivalur 09

Steintóra Gleðisheygg Joensen


Fyrsta navnið er ikki beinleiðis nakað, vit vanliga síggja í Føroyum. Fólkadansarar úr Danmørk løgdu út, men synd er at siga, at tað um hetta mundið vóru nógvir áhoyrarar – ella hyggjarar – sum vit eisini kunnu nevna tað. Àftaná dansararnar trinu ávikavíst Martin Joensen og DJ Flemse á pall. Teir spældu nøkur løg, men enn var einki lív í áhoyrarafjøldini. Møguliga ein ábending til fyrireikararnar um, at festivalurin byrjaði í fyrra lagið. ?Eftir hetta komu tær fimm ungu genturnar, sum manna bólkin Faroe 5 á pallin. Tær pimpaðu festivalin eittsindur upp við teirra løttu poppløgum og teirra altíð fríska lyndi. Tær spældu løg av teirra nýggjastu fløgu, og sum heild var framførslan góð. ?Nú trein so Jens Marni á pallin í sonnum Bon Jovi stíli. Ì sólbrillum, væl upplagdur og við einari serstakari rokk-rødd, spældi hann saman við bólkinum Faktor 4 løg av fløgu síni, The Right Way, ið kom út seinasta ár og samstundis tók Føroyar við stormi. Eittsindur meira av áoyrarum høvdu nú leitað sær oman á keiina ein túr og ein byrjaði so smátt at koma í góðan hýr. Framførslan vann sær sess ímillum tær bestu hetta vakra summarkvøldið, men eftir mínum tykki skuldu teir spælt seinni um kvøldið, tí Jens Marni er góður til at stytta einum stundir, meiri fólk høvdu verið og meiri lív hevði verið í.??Av lokalari styrki høvdu Guðrun Sólja Jacobsen og Brandur Enni, sum útisetar, eisini leitað sær heim. á Jóansøku, og her komu tónleikadygdirnar hjá tvørafólkunum eisini til sín rætt. Guðrun spældi við sínum bólki nøkur kend løg, meðan Brandur bert spældi egin løg. Brandur hevur ment seg nógv sum tónleikara hesi árini hann hevur gingið í tónleikaskúla í Svøríki, og stuttligt er at hoyra og síggja hvussu hann enn mennist og hvussu væl tað liggur fyri hjá honum at framføra. Eins og seinasta jóansøkufestival hevði hann, umframt tónleikarar, stórabeiggjan Trónd Enni, við á pallin, og enn einaferð prógvaðu teir, at saman eru teir ein góður coktail.

Lena og Niclas komu eftir hetta á pallin. Tey vóru ímillum mest royndu tónleikarunum hetta kvøldið, og tað er altíð gaman at hoyra yndisligu røddina hjá Lenu. Tað sum eyðkennir teirra framførslur, var eisini eyðkenni á hesari: stilt og róligt, góð løg og ein altíð vælsyngjandi Lena.

Tá Lena og Niclas vóru sloppin av við tað tey høvdu uppá hjarta, var tíð til Crawling Blue. Hetta var ein av teimum bólkunum sum eg persónliga, hevði glett meg til, tí teirra nýggjasta útgáva, The Well, hevur fingið góð ummæli. Bólkurin, sum er mannaður av Brandi Jacobsen, Eyðuni Johannesen, Òla Olsen og Una R. Debes, fyltu festivaløkið við góðum og nýggjum blues tónum. Framførslan við Una R. Debes á odda var sannførandi og nú vit vóru komin longur út á kvøldi vóru rættiliga nógv fólk komin saman á økinum. Umframt góðu blues tónarnar frá Crawling Blue, so var Froðbiar Sóknar Blues Orkestur eisini við á festivalinum. Hóast tað í Suðuroy er stórur munur á at búgva í Froðba og at búgva á Tvøroyri; so kann man eisini kallað teir rættiliga lokalir, og vóru teir hugnaligir, sjálvt um teir ikki spældu eins nýskapandi tónleik eins og Crawling Blue.?Nú var eisini tíð til at hoyra teir seinastu bólkarnar – sum eisini vóru teir, ið fjøldin gleddi seg mest til.?Páll Finnur Páll, við teirra provokerandi, stuttligu og fangandi løgum, settu festivalin av álvara í gongd. Hóast tað tá kann tykjast at vera í seinra lagið at fáa lív í áhoyrararnar – so gjørdu teir tað SO sannførandi, sum eingin annar tað kvøldið. Tað lá, sum altíð, væl fyri hjá teimum, og ung sum eldri hugnaðu sær saman. Eingin ivi er í, at áttu teir bestu framførsluna á ársins jóansøkufestivali.?Tá ið Páll Finnur Páll høvdu megnað at fáa fjøldina upp á kók, var klárt hjá Terja Rasmussen at takað yvir, og samstundis at halda fjøldini koyrandi. Hetta eydnaðist honum væl, og hugagóður spældi hann teir góðu og gomlu slagararnir. Klokkan var farin av miðnátt tá ið Terji var noyddur til at enda framførsluna – allarhelst bæði ímóti sínum og okkara vilja. Miðnáttarrøðan seinkaði framførsluna hjá Frændum, og vóru teir tí nógv seinkaðir á pallin. Klokkan var farin av 01.00 tá ið teir komu á pall, men tá ið teir endiliga komu, góvu teir okkum eisini tað vit vilja hava, tá ið vit fara á festival; nemliga, undirhald. Tað var allarhelst eisini um hetta mundi, at flest fólk vóru komin oman á keiina og eins og við løgunum hjá Páll Finnur Páll og Terja, kundi fjøldin syngja við, og er hetta altíð stuttligari. Frændur vóru á pallinum í ein tíma, men eg haldi at vit kunnu koma ásamt um, at vit kundu lurta eftir teimum alla náttina.

Sum heild var festivalurin væl eydnaður, og tað var ikki nógv at seta fingurin á. Um eg skal finnast at nøkrum, so var tað eittsindur spell at skráin fyri bólkaranar ikki stóð uppsligin nakrastaðni, tí eingin visti rættiliga nakað um, nær teir ymisku bólkarnar skuldu spæla, og við einari so fjølbroyttari skrá – er hetta neyðugt, tí øll vilja ongantíð hoyra alt. ?Veðrið var gott, fólkini vóru glað, og jóansøkufestivalurin hevur av álvara sett sín dám á jóansøkuna – hetta má avgjørt vera eitt afturvendandi tiltak, tí uttan festivalin hevði jóansøkan ikki havt hesa sjarmuna.






(Myndir; Jens Kristian Vang, Øssur Mørk – Lagt tilrættis; D.Olsen)


(Sí eisini myndatema á portal.fo)