Jóansøkufestivalpallurin klárur

Hósdagin arbeiddu menn av øllum alvi fyri at fáa pallin til Jóansøkufestivalin kláran.

nilesuni@sosialurin.fo

Í góðveðrinum hósdagin stríddust menn fyri at fáa pallin til Jóansøkufestivalin lidnan. Og hóskvøldið var komið so langt, at ein kann siga, at bert snøklar vóru eftir at taka sær av.
Veðrið var av tí allar besta hósdagin á Eiðinum í Vági og festivaløkið kom veruliga til sín rætt, tí sera náttúruvakurt er á Eiðinum.
Umframt stóra pallin, ið er 12x12 metrer, verður eisini ein minni pallur á bryggjuøkinum, har Eyðun og Neil fara at spæla leygadagin og Angela og Hannibal fara at undirhalda børn og kanska vaksin við.