Fleiri jóansøkubál verða kring landið, nú vit fara at nærkast longsta degi, og hóskvøldið 21. juni klokkan 21 fara vágbingar at skipa fyri jóansøkubáli á sonevnda Tríkantinum á sandinum í Vági.
Við løtuna fer Bjartur Nolsøe at flyta fram røðu, og her verður eisini felagssangur á skránni. Hetta plagar at vera eitt hugnaligt tiltak, tá summarið hesa løtu vísir seg frá síni bestu síðu.
Úr Vági verður sagt, at tey eisini fara at bjóða kakao og bollar á jóansøkubálinum, har øll sjálvsagt eru hjartaliga vækomin at verða við.