Um vikuskiftið siga veðurmenninir gott veður og tvørafólk, jóansøkan og Jóansøkufestivalurin brynja seg at taka ímóti stevnugestum. Keypt atgongumerkir til festivalin verða umbýtt til festivalarmbond í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa Á bryggjuøkinum á Tvøroyri fara teir í dag undir at seta upp stóra pallin, sum skal nýtast á Jóansøkufestivalinum.
Keypt atgongumerkir til festivalin verða umbýtt til festivalarmbond í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa á Tvøroyri leygardagin frá klokkan 16 til 22. Har kunnu eisini tónleikarar, hjálparfólk og onnur venda sær, og har fáa vegleiðiong og pallpass og líknandi.
Á Jóansøkufestivalinum í annaðkvøld spæla Frændur , Martin Joensen, Faroe5, Guðrun Sólja Jacobsen, Brandur Enni, Crawling Blue, Páll Finnur Páll, Jens Marni Hanen, Lena og Niclas, Terji Rasmussen, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, og DJ Flemse.
Í dag verður sett hol á við konsertum við yngri bólkum í Pakkhús 4 frá klokkan 15 til 20.
Jóansøkufestivalurin er hesaferð stuðulstiltak til frama fyri ætlanina at gera saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús.