Jóannis Østerø til minnis

25. juni, alt stóð í fagrasta blóma í okkara vakra landi, øll frøddust um at summarið var komið, tær nýklaktu pisurnar á miðnámsskúlunum kring landið høvdu fingið húgvurnar á høvdið.
Tá orkaði Jóhannis ikki meira, bert 49 ára gamal fór hann um sýnina, hansara tímaglas var runnið út.

Jóhannis var føddur og uppvaksin í Mikladali, sonur Mariu og Absalon Østerø, var fimtur í einum systkinaflokki, sum taldi seks.
Sum ungur fór hann til Havnar at læra húsasmíð, har hitti hann Elinborg Stenberg úr Sumba, tey vóru tá 17 og 19 ára gomul.
Eftir lokna útbúgving sum timburmaður fór hann til skips og var sjómaður í fleiri ár.
Í 1980 fór hann undir at byggja sær hús suðuri í Vági, tey kundu 23. mai 1981, nýgift, flyta í nýggj hús á Skálabeiti.
Árið eftir í oktober var Lív fødd, í mai 1989 var Mona fødd, tvær døtur pápin var ógvuliga glaður fyri.
Jóhannis var heilt ungur, tá hann bleiv sjúkur av liðagikt, men tú hoyrdi hann aldri gremja seg, hann var so tolin, var glaður fyri lívið sum tað var, tú kundi ofta hoyra hann siga "sum tað er gott at vera til, ella sum tað er gott at vera menniskja, hann frøddist um skaparverkið, sum hugtók hann nógv.
Tá hann ikki kundi arbeiða lønandi arbeiði meira, vegna ta herviligu sjúku, fall hann ikki í fátt, men fór at hjálpa til við felags arbeiði, bygdini at frama. Tað vóru ikki fá álitisstørv Jóhannis hevði, tað sum eyðkendi hendan merkismann var hansara góða lyndi og lætta sinni. Komst tú í prát við hann, var hann altíð positivur og klárur at hjálpa, var vinsælur og stillur, gjørdi ongan háva burtur úr sær sjálvum, skemtingarsamur, skjótur til látur.
Eitt ár er liðið síðan hann fekk herviliga kreftsjúku, sum hann ikki kláraði at stríðast ímóti.
Nú er hann farin "tað ediliga menniskja" soleiðis tók hann ofta til orða um onnur, men tað kunnu vit av røttum siga um hann.
Ein bygdarmynd er horvin við Jóhannisi og saknurin er svárur á Skálabeiti. Má Harrin styrkja okkum øll í sváru sorg okkara.

Tú hevur strítt tað góða stríð
nú er skeiðið runnið, kom hvíldin blíð.
Nú verður friður, her enda er spæl
legg boða tín niður, tú nýtti væl
kom Harrin teg biður
at skoða himnasal.

Hvíl í friði góði vinur.

Ærað verið minni um Jóhannis.

Vinir