Jóannes: Vit fara eftir trimum stigum

FSF Varpið: Hoyr eisini hví landsliðið avlýsti venjingar á Malta

FSF Varpið: Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen trýr veruliga upp á, at Føroyar kunnu fáa trý stig ímóti Malta. Men tað verður ikki lætt.

 

Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini

 

Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Malta, sum verður á Ta’ Qali Stadion á Malta leygardagin klokkan 17.00.

 

Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen. Og sambært honum er eingin ivi um, at Føroyar fara eftir at vinna ímóti Malta. Men Jóannes Jakobsen leggur eisini stóran dent á, at tað verður ikki nøkur løtt uppgáva.