Jóannes takkar fyri seg

Jóannes Hansen fer 31. juli 2011 úr rektarastarvinum á Føroya Læraraskúla. Hann hevur verið í starvinum síðani 2006, tá ið hann varð settur í tíðaravmarkað starv í fimm ár.

 Jóannes Hansen hevur verið á vitjan í Mentamálaráðnum, har Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna nýtti høvi at takka honum fyri gott samstarv hesi fimm árini.

Jóannes hevur verið tilvitaður um, at tað vóru fimm ár at greiða uppgávurnar, sum starvslýsingin legði upp til, og hann fegnast um, at hava fingið møguleikan saman við eldhugaðum starvsfeløgum at vera við í menningini av Læraraskúlanum og útbúgvingunum har. Nú Læraraskúlin er vorðin partur av Fróðskaparsetri Føroya, eru avbjóðingarnar stórar innan gransking, støðuga tillaging av útbúgvingum og ikki minst eftirútbúgvingum.

Talið av lesandi er økt nógv seinnu árini. Fyri fimm árum síðani vóru tey 200. Tá ið tað í august verður farið undir nýtt lestrarár, verður talið á lesandi sløk 300 á Læraraskúlanum. Lunnar eru lagdir undir gransking á Læraraskúlanum, eitt nú í barna- og ungdómsmentan og byrjunarlesing, og samstarvið er styrkt við lærdar háskúlar í grannalondunum. Harvið er Læraraskúlin vorðin ein vitanardepil innan sítt serøki, og samstarvið við skúlar, stovnar og onnur, ið varða av økinum, er styrkt.

Tann 1. august 2011 fer Jóannes Hansen aftur í sítt gamla starv sum lærari á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði.


(mynd: Jóannes og Helena)