Eyðun Klakstein
????????????????
Jóannes Lamhauge var eitt mest sum óskrivað blað í føroyskum tónleiki og sjónleiki fyri nøkrum mánaðum síðani.
Men so hendi nakað.
Sangleikurin um Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið gjørdist ein brakandi succes, og høvuðsleiklutin í leikinum hevði Jóannes Lamhauge. Hann kláraði seg fantastiska væl í hesum leikluti, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið.
Nú verður Jóannes Lamhauge aftur at uppliva í Norðurlandahúsinum, men hesaferð verður tað ikki við fullsettum palli av tónleikarum og sjónleikarum. Nú verður tað sum popptónleikarin, sum skrivar og syngur sínar egnu sangir.
Jóannes og William
Jóannes Lamhauge og William Souvy Olsen hava í eitt ár havt ein bólk, har teir skriva og spæla sangir hjá sær sjálvum.
? Tað er popptónleikur við tekstum um, hvussu tað er at verða ungur í Havn og annað, sigur Jóannes Lamhauge.
Jóannes og William, sum teir kalla seg, hava spælt nógv á kaffistovunum í Havn, og tað hevur verið hugaligt.
? Hetta er nakað heilt annað enn at spæla við í einum stórum sangleiki við nógvum fólkum á pallinum. Vit hava spælt til smærri tiltøk, og tað hevur verið stuttligt á ein annan hátt, sigur Jóannes Lamhauge.
? Tá ið eg spæli tónleik á hendan hátt, kunnu fólk uppliva meg og mín tónleik, og tað er nakað annað enn at spæla ein leiklut sum Jósef til dømis.
Blóð á tonna
Jóannes Lamhauge ætlar sær eisini frameftir at fáast við tónleik og sjónleik, men hann viðurkennir, at tað kann verða trupult at fáa studentaskúlan og listina at passa saman, men hann roynir sum frægast.
? Eftir hendan sangleikin eru møguleikarnir eisini fleiri hjá mær, tí fólk kenna meg betur nú, so eg ætli mær at halda fram við tónleiki og sjónleiki, hóast eg samstundis verði noyddur at passa skúlan, sigur hann.
Stjørnubreyt
Jóannes og William verða eitt av nøvnunum á Stjørnubreytini, sum fer at halda til í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.
Leygardagin og sunnudagin fara evnarík ungfólk at vísa síni kynstur á palli í mentanarmiðdeplinum í Havn, og talan er um ung stjørnuskot, ið royna seg sum solistar og í bólki. Umframt Jóannes Lamhauge kunnu nøvn sum Brandur Enni, Kamilla Ravnsfjall, Konni Kass Jacobsen, Heini Gilstone Andersen, Benjamin Petersen, Mia Káradóttir, Heiðrun Petersen, Blásarakvintettin, Dávur Juul Magnussen, Break Dance og Paradox upplivast.
Húsorkestrið er Pauli Poulsen, Bjarni Lisberg, Bárður Poulsen og Búgvi Jónleifsson. Stjørnubreytin 2004 verður leygarkvøldið 22. mai kl. 19.30 og sunnudagin 23. mai kl. 16.