23 ára gamli Jóannes Lamhauge skal í leikinum um Dr. Jekyll and Mr. Hyde stríðast móti tí ónda og tí góða í einum og sama persóni. Hann hevur nevniliga fingið krevjandi høvuðsleiklutin millum tey á leið 650 ungu fólkini, ið vóru til upptøkuroynd á universitetinum í Kent í Suðuronglandi í desember mánaði.
- Eg helt, at nú var so langt síðan síðst, og at tað hevði verið stuttligt at roynt meg á palli aftur. Eg havi ikki verið við í nakrari stórari verkætlan síðan mín høvuðsleiklut sum Jósef í Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið, sum vit spældu í Hoydølum í 2004, sigur Jóannes Lamhauge.
Eftir fyrstu upptøkuroyndina varð stórur partur sáldaður frá, og aftaná enn eitt úttøkuumfar, vísti Jóannes Lamhauge seg at draga longsta stráðið.
- Tað fekk eg at vita stutt fyri jól. So vit hava vant nógv og leingi. Hetta er ein ótrúliga krevjandi leikur við nógvum sangi. 42 sangir verða sungnir í leikinum, og av teimum syngi eg tað mesta. Hetta er eisini ein langur sangleikur, sum varðar tveir tímar og tjúgu minuttir, greiðir hann frá.
Í løtuni royna tey at fáa tað síðsta uppá pláss áðrenn frumsýningina fríggjakvøldið. Nógvur tónleikur er í leikinum, og skal pláss gerast fyri bæði blásarum og strúkarum á pallinum. 39 leikarar eru við í leikinum, 15 tónleikarar, umframt framleiðslufólk, pallfólk, garderoba, sminkufólk og onnur.
- Kulissurnar til leikin eru ov stórar til upprunaligu høllina, vit skuldu framføra í. Tí hava vit fingið eitt annað høli. Vit vænta nógv fólk til hesa sýningina, tí tað verður gjørt nógv burtur úr PR arbeiðnum við hesum leikinum, tað er kunnað um leikin umvegis Facebook og so framvegis, sigur Jóannes Lamhauge.
Akademikari/listafólk
Umftamt gávur sum leiklistafólk, hevur Jóannes Lamhauge eisini víst dygdir sum dugnaligur listamálari. Men seinasta summar byrjaði hann á universitetinum í Kent, har hann lesur religiónsfilosofi. Hann hevur fyribils lagt málingaútgerðina og tekniblýantarnar frá sær, og í staðin roynir hann at savna seg um at fáa eina bókliga útbúgving í hús.
- Eg kundi sjálvsagt farið á listaskúla ella sjónleikaraskúla, men eg havi altíð ynskt mær hesa útbúgvingina. Hetta er akkurát eg. Meðan eg so lesi, fái eg nógv hugskot, sum eg skitsi, og goymi tey til eg komi heim í feriu, og havi stundir at arbeiða við teimum, sigur Jóannes Lamhauge.
Meðan Jóannes Lamhauge lesur í Kent, hanga myndir hansara á Várframsýningini í Listaskálanum, og onnur framsýning kemur upp at hanga í Listaglugganum í næstum.
- Eg havi altíð hugsað, at eg burdi gjørt okkurt annað enn at mála ella spæla sjónleik. At eg skuldi fáa mær eina bókliga útbúgving. Og mær dámar væl hetta akademiska umhvørvi. Eg eri sikkurt nakað av einum bókormi, sigur hann og flennir.
Tað verður tosað á skúlanum, um at fólk koma frá stóru sjónleikarahúsinum til slíkar framførslur, fyri at finna ung og evnarík leiklistafólk.
- Eg eri spentur uppá frumframførsluna. Men um eg hevði sagt ja, um eg fekk ein sáttmála bjóðaðan, veit eg ikki. Tað hevði sjálvsagt verið spennandi, men eg vil fegin gera meg lidnan við tað, eg eri í holt við. Eg havi tað soleiðis við list, at eg tori illa at taka avgerðina um at liva av henni. Eg eri bangin fyri, at tá hon verður mítt livibreyð, gerst tað keðiligt at arbeiða við henni. At eg av tí skjótt missi tað ektaða við listini, sigur Jóannes Lamhauge.
Leikur við nógvum dimensiónum
The strange case of Dr. Jekyll and Mr. Hyde er ein kend skaldssøga eftir skotska høvundin Robert Louis Stevenson, sum skrivaði skaldssøguna í 1886. Søgan í sangleikinum, Jekyll & Hyde, ið byggir á upprunaligu skaldsøguna, snýr seg um vísundamannin, Henry Jekyll, ið setir sær fyri at skilja sundur tað góða og tað ónda í menniskjanum. Hann ger av at fremja royndina á seg sjálvan, men missir tó skjótt tamarhaldið, og verður í staðin umskapaður til tann ræðuliga Edward Hyde. Hetta fær sjálvandi álvarsligar avleiðingar, tí Hyde fýrir ikki fyri at drepa frá hond og at oyðileggja alt tað, ið vísundamaðurin Jekyll hevur vígt lív sítt til. Alt endar í einum meldri av girnd, ørsku og samvitskubiti, og til tess at steðga Hyde, doyr Jekyll at enda fyri egnari hond.
- Vit hava granskað eitt sindur í hesum leikinum. Leikurin er ein tragedia í einum Jack the Ripper umhvørvi. Hetta er ein rættiliga myrkur og gotiskur leikur, har høvuðsevnini eru æra, kærleiki, girnd, ótrúskapur, sinnissjúka og mansmorð. Sangleikurin víkur á henda hátt frá tí huglagnum, ið vit vanliga kenna frá sangleikum, greiðir Jóannes Lamhauge frá.
Síðan skúlin byrjaði aftur eftir jólafrítíðina, hava tey vant nógv, og fer størsti parturin av tíðini við at venja, nú frumframsýningin stendur fyri framman.
- Eg var eitt sindur stúrin fyri tí málsliga at byrja við, tí tað sat ikki ordiliga tá. Men eg havi ment meg so nógv hesa síðstu tíðina, at eg nú slettis ikki hugsi um tað.
Umleið helvtin av hinum leikarunum, ið mynda leikin um Dr. Jekyll and Mr. Hyde, eru næmingar á skúlanum.
- Tað er so gott at sleppa at spæla aftur. Mann fær so nógva góða barlast. Leikluturin hjá mær hevur so nógvar dimensiónir, her er tað reina, tað ónda og tað ivandi í einum og sama persóni. Tað er áhugavert, haldi eg. Mann skal veruliga leita djúpt inni í sær sjálvum fyri at finna tað í sær, sum skal til, sigur Jóannes Lamhauge, sum í annaðkvøld skal royna seg sum skitsofreni Dr. Jekyll and Mr. Hyde.