Tá landsstýrismálanevndin hittist aftur, sleppur hon at viðgera eitt bræv frá tingmanninum Kára á Rógvi um at kanna og taka støðu til embætisførsluna hjá Jóannesi Eidesgaard Í brævinum vísir Kári á Rógvi á, at landsstýrismálanevndin hevur boðað frá, at landsstýrið røkti ikki áhugamálini hjá landinum, tá tað tók avgerð málið við trolaranum Napoléon. Tá var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjarmálum. Nú vil Kári á Rógvi hava landsstýrismálanevndina at kanna, um grundarlag er fyri at seta ein kanningarstjóra at kanna málið og at geva Løgtinginum tilmæli. Tingmaðurin vil hava landsstýrismálanevndina at umhusa hesar spurningar:
-Hvørt Jóannes Eidessgaard sum løgmaður eftir § 4 í lóg um ábyrgd landsstýrisins gjørdi seg sekan ímedvirkni til lógarbrot, tá ið hann vitandi um ta ólógligu fyrisiting, ið landsstýrismálanevdin staðfesti sambært øðrum skrivi sínum dagfest 2.juli 2009 í máli um nýtslu á § 8 á løgtingsfíggjarlógini?
-Hvørt Jóannes Eidesgaard sum løgmaður bar seg ólógliga at við ólógligari meirnýtslu á egnum málsøkjum?
-Hvørt Jóannes Eidesgaard sum landsstýrismaður síðani september 2008 hevur borið seg ólógliga at við meirnýtslu á teimum málsøkjum, ið hann eftir stýrisskipanarlógini hevur persóliga ábyrgd av?
At enda vil Kári á Rógvi hava nevndina at kanna, hvør Jóannes Eidesgaard við almenna atburði sínum, eittnú í kendu hendingini í floghavn Keypmannahavnar ? har orðingin ?jeg ejer denne flyver? ella líkandi varð brúkt ? hevur brotið tær decorumskyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara sæmbært nevndu lóg um ábyrgd landsstýrisins § 5?
Jóannes Eidesgaard sigur við Portalin í dag, at hann hevur onga viðmerking.